Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Væl kend er søgnin um tann ólátaða Snopprikk, sum fór suður til Sumbiar at stjala ein hest. Bóndin í Sumba rann aftan á Snopprikki og hestinum yvir tað mesta av oynni, tí hann vildi hava hestin aftur. Vit vita hvussu hetta endaði, men søgnin er stuttlig og spennandi at lesa enn einaferð, so tað kann viðmælast.

Nú er aftur ein hestur uttan fyri sóknarportið í Hvalba og Sandvík. Men har er ongin reiðmaður at síggja. Hann er farin at brúka snildir og hevur fjalt seg inni í hestinum. Her kann tó avdúkast, at talan sjálvandi er um borgarstjóran á Tvøroyri, sum enn droymir um at leggja Hvalbiar Sókn undir seg. Hann vil hava Hvalba og Sandvík, og so skal Lítla Dímun fylgja við sum ein góðbiti fyri hendan seyðamann. Stutt sagt, hann vil hava tað heila!

Til at sleppa inn um bøgarðarnar hevur hann nakrar skutilssveinar í sóknini, sum skulu opna portrið og draga hestin og borgarstjóran innum. Hálv og heil tvørafólk og so nøkur afturat.

Tey og borgarstjórin vita at slagið er tapt við tað, at fólkið hevur avvíst hesa kommunusamanlegging. Men tey virða ikki fólksins vilja. Eins og Trump í USA nokta tey fyri at rætta seg eftir fólksins avgerð. Tey láta sum onki og hava gjørt ein tvøralista til tess at virka fyri eini kommunusamanlegging, sum sóknarfólkið hevur sagt nei til.

Hertta er púra óhoyrt og vanvirðisligt. Hvat er hetta fyri eitt fólkaræði?? Fólkið hevur evstu makt í einum fólkarædi, og tá hetta ikki verdur virt er onki fólkarædi longur.

Vónandi fara fólk í Hvalba og Sandvík enn einaferð at taka lógvatak saman og avvísa hesa ætlan við at velja umboð í bygdaráðið, sum ganga inn fyri, at avgerðir viðvíkjandi Hvalba og Sandvík skulu takast her í kommununi og onga adrastaðni.

Tó so, um oyggin verður løgd í eina kommunu eftir eini skilagóðari ætlan, so er onki í vegin fyri at umhugsa tað. Men tað er so ikki hetta, sum nú er á dagsskránni. Og tað er heldur onki í vegin fyri at samstarva við Tvøroyri á jøvnum føti, sum eisini longu verður gjørt.

Klandrið á Tvøroyri sær út til at halda fram í minst fýra ár afturat. Skulu vit so fara at innlima okkum í hetta? Kortanei, tað má ikki henda! Veljið tí eitt umboð á felagslistanum, har tað eru fleiri skilafólk, ið kunnu virka kommununi at gagni.

Hvalbingur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo