Vága kommuna og Sørvágs kommuna hava undirskrivað sáttmála við “Seinastu heilsan” um líkflutning.
Sáttmálin er galdandi í 5 ár og tekur við 1. mars 2018.
Tænastan, sum kommunurnar hava gjørt avtalu um, umfatar bert líkkoyring.
Seinasta heilsan er fyritøka, sum Haraldur S. Hansen úr Hvalvík hevur. Umframt koyring við líkvogni hava avvarandi eisini møguleika at bíleggja kistu, sanghefti og aðra gravarhjálp í sambandi við eina jarðarferð.
Meira kunning um tænastur frá ”Seinastu heilsan” fæst á www.sh.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo