Umboðsmaðurin hevur kannað viðgerðina av málum um alment innlit hjá størru kommununum. Í kanningini vórðu tilsamans 84 mál gjøgnumgingin.
Endamálið við kanningini var at kanna, hvussu størru kommunurnar handfara 10 daga regluna í innlitslógini, hvussu mál um innlit verða skrásett, viðgerðartíðina, og hvussu kommunurnar nokta innliti.
Samanumtikið helt umboðsmaðurin, at borgarar sum meginregla fáa tað innlit, ið teir biðja um frá kommununum, og at kommunurnar royna at avgreiða innlitsumbønirnar sum skjótast.
Umboðsmaðurin helt tó, at tað tyktist at vera ein afturvendandi trupulleiki, at kommunurnar gloyma at kunna borgaran, tá tær ikki avgreiða innlitsumbønina innan 10 dagar.
Eisini helt umboðsmaðurin, at sjálv avgreiðslan av innlitinum oftani ikki var nóg greið, tí borgarin sær ikki á svarinum frá kommununi, um hann hevur fingið fult ella bara partvíst innlit.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo