Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-104/2022 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm landsstýriskvinnu frá Jóhannisi Joensen løgtingsmanni um heimildir til kommunur á bústaðarøkinum

Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum heimilar kommunum at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg fyri at fáa fleiri bústaðir kring alt landið?

2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, nær uppskot verður lagt fyri Løgtingið, sum heimilar kommunum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi?

Svar:
Til spurning 1:
Tað er ein av okkara týdningarmestu uppgávum at virka fyri, at øll hava møguleika at útvega sær ein hóskandi bústað. Tí var at broyta lógina fyri Bústaðir eitt tað fyrsta, ið varð gjørt í samgonguskeiðinum.

Framda broytingin gav Bústøðum fríari ræsur at byggja fjølbroyttar bústaðir kring landið, uttan krav um privatar íleggjarar og vinnuligt avkast. Í næstum er ætlanin at víðka heimildirnar fyri samstørvum enn meir, við at geva kommununum heimild við Bústøðum at stovna, byggja og reka almannagagnlig bústaðarfeløg.

Soleiðis fáa vit vónandi enn fleiri við at nøkta ovurstóra tørvin á bústøðum. Einki er at ivast í, at tað hevur skund at útvega fleiri bústaðir. Tí verður uppskotið væntandi lagt fyri Løgtingið í heyst.

Til spurning 2:
Samstundis sum vit mangla nógvar bústaðareindir, standa hús tóm nógva staðni í landinum. Millum annað av teirri orsøk varð avtalað í samgonguskjalinum, at heimild skuldi gevast kommununum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi. Harafturat skal heimild eisini gevast kommununum at áseta bústaðarskyldu. Hesin spurningurin hoyrir undir málsøkið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum.

Upp á fyrispurning hevur Løgmálaráðið upplýst, at ætlanin er at leggja lógaruppskot, sum skal heimila kommunum at áseta gjøld fyri tænastuveitingar til húsaeigarar, sum ikki búgva í kommununi, fyri Løgtingið í næstu tingsetu, tvs. tingsetuni 2023.

Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna í umhvørvismálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo