Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kommunufelagið: Ábyrgdin fyri boristøvi og dálking má staðfestast, og felags krøv eiga at vera til allar jarðhitaboringar. Annars er vandi fyri, at alsamt fleiri kommunur fara at steðga jarðhitaboringum. Tað er felags niðurstøðan frá stýrisfundi í Kommunufelagnum í dag.

Seinnu árini hava vit sæð eina ógvuliga jaliga gongd við umskiftinum til varandi orkukeldur í bæði bústøðum og vinnubygningum.

Og framhaldandi hava kommunurnar úr at gera við at geva loyvi til nýggjar boringar.

Tó er ein álvarsom baksíða av hesi gongd. Summar kommunur hava spurt seg fyri hjá myndugleikunum, men eftir øllum at døma er ógreitt, hvat hetta støvið inniheldur. Avleiðingarnar av boristøvi kunnu tí vera rættiliga vanlukkuligar umhvørvisliga, samstundis sum tær kunnu føra til, at ovurstórar íløgur í kloakkskipanir fara fyri bakka.

Kommunurnar kunnu ikki bara lata standa til, tí mangt bendir á, at boristøv leggur seg varandi í áir og vøtn. Somuleiðis hevur tilfarið lyndi til at leggja seg sum betong í kommunalu kloakkskipanirnar. Ongin veit, hvør hevur ábyrgdina av hesum, og fyrr ella seinni endar rokningin í kommunukassanum.

Seinastu tíðina hava fleiri kommunur tí sett steðg fyri at skriva út nýggj loyvi. At kommunurnar eru komnar í hesa støðu er sera óheppið fyri teir borgarar, sum hava loyvi fyri neyðini. Og tað er sjálvsagt ikki ein haldgóð støða.

Kommunufelagið tók tí málið til umrøðu á stýrisfundi í dag. Eitt samt stýri heitir tí við hesum á landsstýrið og viðkomandi myndugleikar um at fáa skil á hesum øki.

Kommunufelagið hevur ynski um, at kommunurnar kunnu seta felags krøv um hesar boringar. Hetta er eisini besta loysnin fyri bæði umhvørvið, borgarar, veitarar, tryggingar og aðrar aktørar. Men vit hava tørv á, at landið er við í hesum arbeiði – bæði viðvíkjandi fakligu viðurskiftunum og fyri at útgreina, hvørjar heimildir og skyldur ávikavist land og kommunur hava.

Stýrið heitir tí á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum um alt fyri eitt at skipa so fyri, at gongd verður sett á arbeiðið at fáa skil á hesum økinum. Luturin hjá kommununum skal ikki liggja eftir í hesum sambandi.

Stýrið viðgjørdi eisini onnur mál á fundinum í dag.

Millum annað gjørd stýrið av at heita á landsstýrið at leggja ætlaða brekumboðið undir Løgtingsins umboðsmann, heldur enn at stovna ein nýggjan og lítlan almennan stovn. Tær uppgávur, sum ikki kunnu leggjast til umboðsmannin, kunnu land og kommunur lyfta í felag í styrktum samstarvi við aðrar áhugapartar.

Eisini gjørdi stýrið av at velja Bjørg á Rógvi, borgarstjóra í Vestamanna kommunu, sum umboð í Demokratia. Borgarstjórin í Fámjins kommunu, Jóannis Lisberg, tók við vali sum varaumboð.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo