Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ferð eftir ferð hevur verið ført fram, at eingir pengar eru til nakað, hóast tølini vísa klárt nakað annað.

Tí vilja vit við hesum avsanna skeivu myndina, ið hevur verið málað.

Á seinasta fíggjarnevndarfundi varð gjaldførið hjá kommununi gjørt upp pr. 20. januar í ár, og har stóð svart upp á hvítt, at tøkt gjaldføri var 42,3 mió. kr., har peningurin til veghæddina á Biskopstorgi er íroknaður.

Harumframt varð gjørt greitt, at í løtuni er Klaksvíkar kommuna 83 mió. kr. undir einari álíkning í láni, og tískil eru góðir møguleikar fyri at halda framdrift og optimismu.

Bíligari at læna pening enn at eiga pening
Harafturat er tað bíligari hjá Klaksvíkar kommunu at lána pengar enn at eiga pengar. 

Kommunan hevur vanliga altíð ein kassakreditt, og við einum kassakreditti á 40 mió. kr. hevur kommunan fleksibilitet til at stýra gjaldførinum skilagott, og samstundis tryggja sær eina góða rentu.

Lat okkum ikki tosa eina kreppu í gongd
Kommunan hevur verið í stórari framgongd seinastu árini, og tað hevur stóran týdning, at vit framhaldandi menna og byggja upp. Løtan er ikki at tosa eina kreppu í gongd, men heldur nøra um tað, sum vit eiga í okkara fantastisku kommunu.

Fíggjarliga rásarúmið hjá kommununi at gera íløgur komandi 4 árini er umleið 240-280 mió. kr. Hetta er ikki smávegis, og tí er tað svart tos at tosa eina kreppu í gongd og at tosa um at steðga fleiri verkætlanum. 

Vit vilja hava, at fleiri borgarar velja Klaksvíkar kommunu til, eitt sterkt vinnulív, at fleiri búsetingar verða kring í kommunu okkara, og at foreldur, sum ynskja børn síni á stovn, eisini altíð hava møguleika til tað.

Vit mugu hugsa um eina vakstrarstrategi fyri kommununa, og halda áfram at útbyggja og sáa vón um ein spennandi bý. Her býr so nógv fólk, sum dagliga vísa áræði, huflog og seta kommunu okkara í miðdepilin við spennandi tilboðum og verkætlanum. Tað er hetta, ið vit hava ábyrgdina av at fáa at nørast, so vinna og borgarar blóma.

Lat okkum standa saman, heldur enn at skapa split.

Jógvan Skorheim
Signhild V. Johannesen
Tummas Lervig
Andreas Josephsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo