Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna breyt byggilógina við at lata Landsverk “umbyggja” asfaltverkið á Sundi uttan byggiloyvi.

Tað staðfestir Kommunala Eftirlitið í eini niðurstøðu tann 10. november í ár.

Avtalan um asfaltverkið varð gjørd á “kunnandi fundi” millum kommununa og Landsverk, uttan at Landsverk hevði søkt um byggiloyvi, sum byggilógin krevur.

Í september 2022 varð Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð gjørt varugt við, at Landsverk varð farið at byggja eitt nýtt asfaltverk á Sundi uttan at hava fingið lógarkravt byggiloyvi og lógarkravda umhvørvisgóðkenning til verkætlanina.

Áhugafelagið royndi í ein heilan mánað at fáa eina afturmelding frá Tórshavnar kommunu uttan at tað eydnaðist, hóast Áhugafelagið kundi skjalprógva, at Landsverk hevði villeitt Tórshavnar kommunu við atliti at stødd á verkætlanini, í eini ætlandi roynd at sleppa undan at søkja um byggiloyvi.

Meldaði kommunu og Landsverk fyri lógarbrot
Tá Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð ikki fekk svar frá Tórshavnar kommunu, tók felagið stig til at melda tað ólógligu byggingina á Sundi. Ein sak, sum eftir drúgva viðgerð, loksins er endað við eini niðurstøðu hjá Kommuala Eftirlitinum.

Eftir at Áhugafelagið hevði meldað í november 2022, helt kommunan fast uppá, at bygiverkætlanin á Sundi bara var ein umbyggig og uppstigan á asfaltverkinum og ikki ein nýbygging. Hetta, hóast Tórshavnar kommuna hevði fingið skjalprógv frá Áhugafelagnum um, hvussu Landsverk sjálvt fataði verkætlanina - sum eitt nýtt asfaltverk. Harafturat kundi eina og hvør - eisini Tórshavnar kommuna - staðfesta, at einki var eftir av gamla asfaltverkinum, sum myndir sýna.   

Kommunan helt, grundað á “kunnandi fundin” í desember 2019, at hon hevði rætt at meta, at byggiverkætlanin á Sundi ikki kravdi nýtt byggiloyvi.

Kommunan breyt grein 9 í byggilógini
Men Kommunala Eftirlitið er ikki samt í hesum: 

Kommunala eftirlitið ikki metir heimild vera i byggilógini § 10, stk. 1 til, at kommunali byggimyndugleikin kann gera reglur fyri, nær umbygging, afturatbygging og umvæling krevja byggiloyvi. Kommunala eftirlitið metir heldur ikki, at kommunali byggimyndugleikin hevur heimild, at meta um, hvørt eitt umvælingararbeiðið krevur skrivliga umsókn ella ikki. Byggilógin ásetur greitt i § 9, stk. 1 og 2, sbr. § 2, stk. 1, at umvæling krevur, at søkt verður við skrivligari umsókn um byggiloyvi.

Kommunala Eftirlitið ger tí ta niðurstøðu: “Byggimálsviðgerðin hjá Tórshavnar kommuna hevur vidført, at brot er framt á § 9, stk.1 og 2 byggilógini.

Fegnast, men kommunan heldur ikki sína egnu umhvørvisreglu
Áhugafelagið við Kaldbaksfjørð fegnast um, at felagið hevur fingið viðhald í tí, sum felagið meldaði Tórshavnar kommunu og Landsverk fyri í november 2022.

Men Áhugafelagið hevur stóran ampa av, at dagliga verður asfalt gjørt á nýbygda asfaltverkinum minni enn 50 metrar frá bygdum øki. Tað er eisini brot á umhvørvisreglurnar hjá Tórshavnar kommunu, sum krevja, at í minsta lagi skulu vera 300 metrar frá slíkum ídnaði (umhvørvisflokkur 6) til bygt øki. (Sí umhvørvisflokking-pdf)    

Áhugafelgið vónar, at Tórshavnar kommuna nú nýtir høvi at handhevja lógina og steðgar framleiðsluni á einum asfaltverki, sum er bygt ólógliga á Sundi, og sum eisini er staðsett við ov stuttari frástøðu til bygt øk.

Fyri nevndina í Áhugafelagnum við Kaldbaksfjørð
Janus Vang, formaður 

Niðurstøðan hjá Kommunala eftirlitinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo