Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvar er markið?

Eg kann lýsa støðuna við einum veruligum dømi.

Í mínari tíð sum politikari fekk eg áheitan frá eldri fólki, sum ynsktu at brúka skúlahøll til bóltspælið  hockey.

Sum heild var eg fegin, tá ynski og uppskot komu frá fólkinum.

Hetta snúði seg um ein bólk av kvinnum, sum settu fram ynski um, at eldri fólk í kommununi, ókeypis, skuldu kunna sleppa at spæla hockey, ein til tveir tímar um vikuna, í einari venjingarhøll hjá kommununi. Soleiðis at tey eldru í kommununi fáa høvi at brúka kroppin og hugna sær saman, njóta sosiala samveru og gjøgnum felagsspæl styrkja seg likamliga og sálarliga.

Fyri kommununa hava slíkir felagsskapir alstóran týdning, bæði sum fyribyrgjandi ellisbrekum og í stríðnum móti einsemi.

Tí kom tað bak uppá meg, at hetta málið ikki var móttikið við opnum ørmum, men hagreitt sum ein umsókn um leigan av høli, eina avroknings- og gjaldsskipan og ætlað sum skipað tilboð undir Kvøldskúlan.

Í okkara hugaheimi var tað ikki so nógv spurningurin um pengarnar, men um princippið, at tey gomlu kundu fáa hetta tilboðið ókeypis, líka sum fimleikin, og at fáa kommununa at síggja, at hetta eisini tænti kommununi.

Kommunan krevur gjøld fyri tænastur til eldru, eitt nú á  matartænastuni, reingerðini, venjingartilboðum og so framvegis. Felags fyri hesar tænastur er, at kommunan skal rinda eina upphædd fyri at fáa hesi tilboð til vega, og tí verður ein partur av hesum avroknaður við fólkini.

Hinvegin eru skúlarnir í kommununi goldnir, og hallirnar standa mestsum tómar ta tíðina skúlin ikki verður brúktur. So tað er ein funnin fressur at eldru fólkini fáa gleði av hesum, og at gott kemur burturúr.

Til samanberingar kunnu vit nevna, at vit hava gjørt skjótibreyt á Sandvíkum, golfbreyt á Glyvursnesi, veitt lendi til motorsúkklukoyrarar, klætriveggir og skateboardbreytir, hallir og vallir til ítróttina, ja, í milliónavís av krónum til frítíðarvirksemi yvirhøvur.

Tí haldi eg tað  vera at skjóta spurvar við kanónum og at ganga í sera smáum skóm, tá mann fer við kassaapparatinum eftir pensionistunum fyri nakrar fáar tímar í einari høll.

Ístaðin fyri at standa við opnum ørmum, stuðla, eggja til og heilsa tiltakinum vælkomið.

--

Kommunur hava ikki til uppgávu at reka forrætning. Vit bygdu skúlarnar til børnini, - at so onnur kunnu brúka karmarnar til spæl, er síðuvinningur, sum vit eiga at fegnast um.

Eg brúkti orku til at fáa politikarar og onnur við uppá hetta, uttan úrslit.

Frætti nú frá teim eldru, at síðsta skrivið av Vaglinum var – at tey nú settu spurnartekin við hockey

sum ítróttargrein hjá eldri, men at eitthvørt annað rørsluátak, fyri tey eldru, nú kundi skipast undir Tilhaldinum.

Stutta søgan er, at tað eydnaðist at fáa Tilhaldið at taka hetta undir sínar veingir, so eitt áralangt arbeiði og ynski um ókeypis høll og hockey, loksins blívur til veruleika.

Eg haldi tað hava týdning, at almenningurin kann fylgja við í, hvussu arbeitt verður og í hvønn mun politikarar, borgarstjóri, umsiting og fólk arbeiða saman, ella nær ein príspolitikkur blívur málið í sjálvum sær, ístaðin fyri tá tænastan blívur ein størri eykað útreiðsla hjá kommununi.

Eg eri greið yvir, at hetta ikki er politiskt stórmál og tó sigur hetta nógv um politiska hugburðin, um munin millum tænastu og fyrisitingarligan automatikk og at hesi viðurskifti treingja til politiska umrøðu.

Vóni við hesum stubba at fáa ávirkað gongdina, so politiska og umsitingarliga aðalmálið altíð má vera at tæna fólkinum.

Bergun Kass
fyrrverandi býráðspolitikari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo