Havi lisið um javnaldurin Uffe Ellemann, sum gjørdist álvarsliga sjúkur av koronu, hóast prikaður tvær ferðir!
Hann er ikki einsamallur um tað - tvørturímóti hevur eitt ótal av fólki verið fyri tí sama, um enn ikki øll gerast eins sjúk og Uffe.
Í Degi & Viku hava vit sæð, hvussu fólk ( tey flestu Miðflokka- og Fólkafloksveljarar ) her heima himprast við at lata seg koppseta!
Váharra spælir sjálvsagt við!
Vilja tey og landsstýrismaðurin, sum tey kanska apa seg eftir, krevja av Várharra, at hann sjálvsagt skal syrgja fyri, at ikki tey men bara hini verða smittaði?
Hoyrdi útmerkaðu prædikuna hjá Bøgesvang presti úr Rituvíkar kirkju sunnudagin, har hann analogt ( sjálvsagt uttan beinleiðis at nevna Jenis ) segði frá honum, sum standandi við perluportrið brikslaði Várharra deyðan, hóast Várharra í bønarsvari hevði lovað at bjarga honum undan.
Júmen, svaraði Várharra honum: “Eg vildi gera teg frískan, men tú doyði, tí tú vísti læknanum burtur, ið eg sendi tær við neyðuga heilivágnum!”
Vónandi taka tey hettar við í teirra umhugsan!
Ivaleyst til av vaksinu!
Ivaleyst er til av vaksinu, so hví ikki geva okkum, ið fegin taka við triðja prikinum!!
Komi nú! Vísi at tit einaferð taka egna støðu, heldur enn allatíðina at vera eltubløðrur hjá dønum!
Lati teimum veiku og lati tað t.d. verða frítt at velja hjá okkum omanfyri ávisan aldur!
Sv. Aage Ellefsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo