Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Róðrarfelagið Knørrur: Leygarmorgnar plaga nakrir oldboysar í Havn at flota sær eitt tíggjumannafar. Tað er Kongurin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Báturin stendur í neysti felagsins beint við Málð.

Ørindini hjá hesum kongligu boysum eru ikki so stór. Teir vilja bara rógva ein túr. Hita fyrst sínar nývaknaðu vøddar upp við at damla út í Sandagerð, og so leggja teir út á Loysing ella Glyvursnes.

Har fortelja teir søgur og venda verðini ein umgang, og so taka teir ein sveittaróður allan vegin inn aftur í neystið.

Men tað er ikki altíð. Onkuntíð er tað bara digg og daml.

Tað er so vælsignað at rógva allíkavæl.

Leygarmorgunin tann 28. august 2021 var einki undantak

Og tó. Tí frammi í skut stóðu ein málingarbytta og ein langskeftaður pensil og lenaðu seg ímóti træverkinum, dandandi so friðarliga undir áratøkunum hjá monnunum. Tað var einki serligt við teimum. Tey vóru bara vald so hissini millum túsund aðrar penslar og málingarbyttur í butikkini hjá Fróða.

Men ætlanin við teimum var eitt sindur serlig. Tey skuldu mála Loysingina.

Loysing er staðarnavn, miðskeiðis millum Argir og Glyvursnes

Navnið er væl kent millum rógvarar í Havn, sum ofta rógva út hagar ella longur út á Glyvursnes.

Staðið æt upprunaliga Lundaurðin. Loysingarnavnið stavar frá 1946, tá ið kirkjubingurin, Øssur Patursson, og havnarmenninir, Høgni Mohr og Trygvi Árting, málaðu navnið á hamaran í sambandi við fólkaatkvøðuna í 1946. Hetta skuldi vera sjálvan atkvøðudagin tann 14. september.

Søgan fortelur, at Høgni stjól málingina frá pápa sínum á skipasmiðjuni, og so sníktu teir seg suður at skriva á klettin. Tað skuldi vera, so at Kristian Djurhuus, sum var løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og agiteraði ímóti loysingini, skuldi síggja tað, tá ið hann kom norður aftur til Havnar úr Suðuroy við Smyrli.

Men lítið batti. Loysingin varð av ongum, og í 1948 gjørdist Kristian Djurhuus løgmaður í Føroyum.

les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo