Tórshavnar kommuna: Umhvørvisvikan verður í døgunum 6. til 13. mai 2023 við nógvum forvitnisligum tiltøkum fyri bæði børn og vaksin.
Boðið verður til stuttfluttan fimmara, kjakkvøld, gongutúrar, kanningarferð við einum nósa, plantumarknað og mangt, mangt annað.
Umhvørvisevnið í ár er flutningur, sum kemur undir heimsmál nummar 3, 11 og 12 hjá ST, ið snúgva seg um góða heilsu og vælferð, burðardyggir býir og býlingar og ábyrgdarfulla nýtslu og framleiðslu.
Gev gætur, at tilmelding krevst til summi tiltøk. Les meira um umhvørvisvikuna og tak skránna niður á torshavn.fo.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo