Dagarnar 31. juli og 1. august verða árligu Pisudagarnir á deildunum hjá Betri í Klaksvík og Havn. Tiltakið er ætlað tær, ið fer uttanlands at lesa.
Ert tú komin inn á dreymaútbúgvingina? Gongur leiðin út um landoddarnar at víðka sjónarringin?
Hevur tú stýr á SU, ÚSUN, Bústað, NemKontu, NemID, Føroyafrádrátt o.s.fr.?
Tað hava vit. So vitja pisudagar:
• 31. juli kl. 19.00 á deildini hjá Betri í Klaksvík
• 1. august kl. 19.00 á Ungdómsdeildini hjá Betri í Havn
har serfrøðingar frá Altjóða Skrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya saman við MFS, Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark og Betri Banka skipa fyri. Her kanst tú fáa svar upp á tínar spurningar, fáa góð ráð og vegleiðing frá ymsum serkønum, og tú fært høvi at tosa við onnur ung, ið eru í somu støðu sum tú og onnur eldri lesandi uttanlands.
Hetta er 11. árið á rað, at skipað verður fyri Pisudøgum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo