Tórshavnar kommuna bjóðar øllum borgarum í Tórshavnar kommunu høvi at vitja ókeypis súkkluverkstað í Tórsgøtu leygardagin 16. september, tá ið tiltakið Slaktið eisini er í Tórsgøtu. Tilboðið er liður í kommunala átakinum FERÐAST GRØNT, ið stuðlar undir burðardygga ferðslu.
Súkklukøn fólk vitja á støðunum, og til ber hjá øllum vitjandi at fáa góð ráð um súkkluna. Í komandi viku ber eisini til at fara fram við ymiskum skúlum í kommununi og fáa serkønan at hyggja at súkkluni. Yvirlit sæst niðanfyri.
Tey fyrstu 30 fólkini á hvørjum staði fáa eina ókeypis regnverju til skúlataskuna frá FERÐAST GRØNT.
Takið súkkluna við og fái eitt ókeypis eftirlit umframt góð ráð frá serkønum!
Stað | Dagur | Klokkan | ||
Tórsgøta | Leygardag, 16. september | kl. 11-15 | ||
Kaldbaks skúli | Mánadag 18. september | kl. 11:30-13:30 | ||
Kollafjarðar skúli | Týsdag 19. september | kl. 14-17 | ||
Hoyvíkar skúli | Mikudag 20. september | kl. 14-17 | ||
Skúlin á Fløtum – eindin á Argjum | Hósdag 21. september | Kl. 14-17 | ||
Eysturskúlin | Fríggjadag 22. september | Kl. 14-17 |
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo