Krabbameinsfelagið: Mikudagin tann 15 juni hevur Krabbameinsfelagið Opið hús. Opið hús er eitt nýtt tilboð, ætla fólkið, sum hava ella hava havt krabbameini.
Opið hús,verður í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Havn, frá kl 13.00 -15.00.
Høvi verður at støkka inn á gólvið, og fáa ein drekkamunn, eitt prát við onnur í somu støðu ella við starvsfólk á felagnum um tørvur er á tí.
Ætlanin er at Opið hús skal verða eitt afturvendandi tiltak.
At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at tosa við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiðu á kenslum og tonkum. Lívsmótið og lívsgóðskan gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar verða lættari.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo