Argentina fekk eina marrubyrjan uppá Copa America, tá landið í nátt tapti 2-0 ímóti Kolumbia í bólki B.
Roger Martinez (71) og Duvan Zapata (86) skutu málini fyri kolumbianar.
Stóra stjørnan á argentinska liðnum, Lionel Messi, segði eftir dystin, at ósigurin kendist beiskur.
- Vit ynsktu ikki at byrja kappingina soleiðis, men nú mugu vit reisa okkum aftur og halda áfram, segði Messi sambært BBC.
Hini bæði londini í bólki B, Paraguay og Katar, bresta saman í kvøld.
Tríggir bólkar eru í Copa America við fýra liðum í hvørjum, og koma 8 av teimum í alt 12 londunum víðari til fjórðingsfinalurnar.
Harvið hevur Argentina framvegis góðar møguleikar at leika seg víðari hóast tapið í nátt.
Copa America 2019 verður leikt í Brasilia.
Verttjóðin er í bólki A og vann fyrsta dystin við trimum málum ímóti Bolivia.
Vinnararnir frá Copa America Centenario, Kili, eru í bólki C saman við Uruguay, Japan og Ekvador. Uruguay hittir Ekvador í kvøld, meðan Uruguay tekur ímóti Japan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo