Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Hesa vikuna hava Kollfjarðardagar verið á skránni. Nógv ymisk tiltøk eru og hava verið til allar aldursbólkar og fleiri av tiltøkunum eru ókeypis. Stór skrá er fyri vikuskiftið.

Av stórum tiltøkum kunnu nevnast, at leygardagin verður morgunmatur við bátahylin kl. 9 , og kl. 10 fara umleið 300 fólk at súkkla. kl. 14. er barnatiltak í Ítróttarhøllini, kl. 18 verður hondbóltsdystur í Burn-deildini millum KÍF og Kyndil, kl. 21-24 Syngið við við bátahylin, kl. 24– 04 Almennur dansur við bátahylin við Rox v/Signar í Homrum.

Sunnudagin kl.15.00 skipar Kollafjarðar Bátafelag fyri kappsigling á fjørðinum.

Skráin fyri vikuskiftið sæst niðanfyri:

Fríggjadagur 9. september
Kl. 16.00 – 20.00 Listaframsýning við lokalum listafólkum í skótahúsinum. Drekkamuður og kaka fæst til keyps.

Kl. 16.00 – 20.00 Svimjihøllin er opin. Ókeypis at svimja.

Kl. 17.00 Caféin við Sjógv: Køkurin er opin. Sí facebooksíðuna “Við Sjógv” viðvíkjandi bílegging, matskrá o.ø.

Kl. 18.00 Kollafjarðardagar 2022 verða settir í fimleikarhøllini. Karstin í Húsinum setir dagarnar. Tordis syngur nakrar sangir. Kaffi/te, sunkist, kondittarakøka og okkurt til børnini frá bakaranum á Oyrareingjum fæst til keyps. Eftir tað verður farið upp á gólv í eina løtu. Karstin í Húsinum tekur saman.

Kl. 19.00 Blusurnar til súkklingina leygarmorgunin kunnu avheintast í gongini í skúlanum.

Kl. 19.00 – 23.00 Hugnakvøld fyri 4. – 6. flokk á ovaru hædd í bygdarhúsinum. Pub-quiz verður kl. 19.30. Vinningar til tey, sum vinna. Ymiskt góðgæti og sodavatn fæst til keyps.

Kl. 19.00 – 24.00 Hugnakvøld fyri 7. – 10. flokk á niðaru hædd í bygdarhúsinum. Pub-quiz verður kl. 19.30. Vinningar til tey, sum vinna. Ymiskt góðgæti og sodavatn fæst til keyps.

Kl. 19.30 Caféin við Sjógv: Vit spæla Gekk.

Kl. 20.30 Zion: Evangelisk sangløta við sangluttóku úr Betesda. Drekkamuður aftaná.

Kl. 21.00 Caféin við Sjógv: Pub-quiz v/Árant Djurhuus. Fýra vanligar rundur og ein super-runda.

Kl. 24.00 – 03.00 Caféin við Sjógv: Live-tónleikur

Leygardagur 10. september
Kl. 08.00 Lutaseðlasøla hjá KÍF allan dagin runt í økinum.

Kl. 08.00 – 11.00 Bátafelagið bjóðar til almennan morgunmat við bátahylin.

Kl. 09.00  Svimjing á sjónum við Sjóvarsand.

Kl. 10.00  “Vit súkkla ½ maraton”. Súkklingin byrjar við bátahylin.

Kl. 13.00 – 15.00 Bygdasavnið í gamla skúla er opið.

Kl. 13.00 – 16.00 Skótarnir grilla sneisadrýl.

Kl. 13.00 – 18.00 Sølutorg í tjaldinum við bátahylin, við eitt nú Aloevera.fo, Perluprýði, Stina, neytakjøt frá Gásadalsgarði og ymiskum øðrum heimagjørdum.

Kl. 13.00 – 20.00 Søla av poppkorni og føroyskum ísi við bátahylin.

Kl. 13.00 – 20.00 Søla av kaffi, te og køku við bátahylin.

Kl. 13.00 – 20.00 Fiskibrunnur við bátahylin.

Kl. 14.00 Fisk og chips bilurin hjá Sjógæti stendur við bátahylin.

Kl. 14.00 Søla av indiskum mati við bátahylin.

Kl. 14.00 Barnatiltak v/Rógva Dam í ítróttarhøllini. Kostnaður 50 kr. Børn 0 - 3 ár ókeypis atgongd.

Kl. 14.00 – 17.00 Whiskey-smakking við Pidda Olsen á caféini. Avmarkað pláss, atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo

Kl. 14.00 – 20.00 Listaframsýning við lokalum listafólkum í skótahúsinum. Drekkamuður og kaka fæst til keyps.

Kl. 15.00 – 17.00 Ríðifelagið Dalaross skipar fyri ponyríðing við læknamiðstøðina. Eisini er møguleiki at keypa sær drekka og kaku.

Kl. 17.00 Upphiting til KÍF - Kyndil uttan fyri ítróttarhøllina. Øl og cider fæst til keyps.

Kl. 17.00 Togtogan millum býlingar í bygdini uttan fyri ítróttarhøllina.

Kl. 18.00 Caféin við Sjógv: Køkurin er opin. Sí facebooksíðuna “Við Sjógv” viðvíkjandi bílegging, matskrá o.ø.

Kl. 18.00 Hondbóltsdystur í Burn-deildini: KÍF og Kyndil.

Kl. 19.30 Brotskastkapping fyri viðhaldsfólk aftan á hondbóltsdystin.

Kl. 20.00 Garasjan hevur opið fyri ungdóminum. Aldursmark – 18 ár og eldri.

Kl. 21.00 – 24.00  Syngið við við bátahylin. Øl og cider fæst til keyps.

Kl. 24.00 – 04.00 Almennur dansur við bátahylin. Rox v/Signar í Homrum spælir.

Sunnudagur 11. september
Kl. 08.00 – 10.00 Svimjihøllin er opin. Ókeypis at svimja.

Kl. 09.00  Svimjing á sjónum við Sjóvarsand.

Kl. 10.30 Morgunmøti við breyðbróting í Zion, Símun Absalonsen talar.

Kl. 11.00 Guðstænasta í kirkjuni.

Kl. 12.00 Sunnudagsskúli í Zion.

Kl. 14.00 Sunnudagsskúli í missiónshúsinum.

Kl. 14.00 Gongutúrur við Trygva Samuelsen frá Miðgerðatúni út á Kjalnes. Møtast í Miðgerðatúni.

Kl. 14.00 – 18.00 Listaframsýning við lokalum listafólkum í skótahúsinum. Drekkamuður og kaka fæst til keyps.

Kl. 15.00 Kollafjarðar Bátafelag skipar fyri kappsigling á fjørðinum. Málið verður bátahylurin, og starturin verður lagdur eftir, hvussu ættin liggur. Aftan á kappingina verður kaffi og pannukøkur at fáa, og nr. 1, 2 og 3 fáa steyp. Treytir fyri luttøku og tilmelding er inni á facebooksíðuni hjá Kollafjarðar bátafelag og inni á facebooksíðuni “Kollafjarðardagar”.

Kl. 15.00 – 18.00 Djóradagur hjá Karin Kruse, Inni í Firði 83. Kostnaður 20 kr. Møguleiki er eisini at keypa sær kaffi/te og køku. Somuleiðis vera kaninir frá Djóraverndarfelagnum at síggja, sum kunnu keypast, um hugur er til tess.

Kl. 17.00 Møti í missiónshúsinum, Ólavur Jacobsen talar.

Kl. 17.00 Caféin við Sjógv: Køkurin er opin. Sí facebooksíðuna “Við Sjógv” viðvíkjandi bílegging, matskrá o.ø.

GG: Nærri kunning um tey ymsu tiltøkini sæst á nýggju facebook-síðuni “Kollafjarðardagar”. Hetta fyri at savna kunningina á einum stað. Fylgið síðuni fyri at síggja tað, sum verður lagt út.

Fleiri av tiltøkunum taka ikki ímóti gjaldskorti, tí má mann minnast til reiðan pening, og, sum flestum kunnugt, so er eingin sjálvtøka í bygdini longur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo