Líkt er til at føroyska michelin matstovan Koks, sum letur upp í Singapor í dag, fær eina flúgvandi byrjan. Burtursæð frá tveimum døgum í februar er í skrivandi løtu alt útselt henda mánaðin, sum Koks fer at vera sonevnd pop-up ella gestamatstova í Grand Hyatt gistingarhúsinum.
Miðilin Channel News Asia skrivar í síni marglætissektión heldur skemtiliga grein, har rammleikin hjá tí ræsta verður lýstur sum "okkurt einastaðni ímillum permasanost og deyðan".
Koks hevur annars fyribils stungið í sekkin her í Føroyum og fer at halda til í Grønlandi fram til at greiða er fingin á, um tey sleppa at byggja í Fossdali nærhendis Syðradali á Streymoynni, hava tey sum varða av Koks boðað frá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo