Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Magni Arge, fólkatingsmaður á Facebook: Hitti einaferð Kofi Annan í Oslo. Tað var árið eftir, hann var farin frá sum ST-aðalskrivari í mai mánaði 2007. Hann var á ferð saman við Bill Clinton, og teir báðir vóru høvuðstalarar á stórum fundum ymsastaðni í Evropa. Teir mintu ikki sørt um rockstjørnur, tá teir koma inn í risastóru hallirnar, har teir søgdu frá sínum boðskapi.

Bill Clinton hevði stutt frammanundan avlýst sína ferð til Føroyar, og tað var ógreitt, um alt tiltakið við honum fór at detta niðurfyri, ella um hann fór at koma seinni.

Sjálvur skuldi eg halda fyrilestur fyri starvsfólkum í SAS um morgunin, so tí royndi eg at fáa pláss til tiltakið við teimum báðum kanónunum á heimspallinum seint seinnapartin.

Eg fekk játtandi svar frá fyriskiparunum, og tað bar so á, at tá eg kom á staðið, var bara pláss eftir á teimum allardýrastu VIP-plássunum millum tað fína fólkið í Norra.

Kofi Annan var fyrstur á pallinum. Hann var spakmæltur, men kortini so intensur, at fólk spílaðu oyruni út. Hann hevði fingið Nobel-friðarheiðurslønina í 2001, tí hann legði nógva orku í at fáa frið í lag millum stríðandi partar, og var í hornatøkum við Bush og Blair, tí hann helt tað var óðamannaverk at loypa á Irak.

Kofi Annan hevði saman við Bill Clinton og øðrum eisini virkað fyri at sjóseta Millenium Goals hjá ST í 2000, sum snúðu eg um, at heimsins lond í felag settu sær átta greið mál um at bøta um støðuna hjá teimum veikastu í heiminum fram móti 2015. Hesi røddu teir eisini um, men vistu ikki tá, at nærum øll rukku á mál átta ár seinni. Hepna bragdið við Millenium Goals var eisini beinleiðis orsøkin til, at øll heimsins lond settu sær seytjan nýggj heimsmál, Global Goals, fram til 2030.

Í steðginum millum báðar talararnar reisist fína selskapið rundan um meg og fara niðan einar trappur. Mítt latenta smædni gjørdi, at eg drálaði, men tá veittrar síðumaðurin til mín og vil hava meg at kom við.

Í einum fínum selskapshøli fáa vit serveraða sjampanju, og samstundis verður heitt á okkum um at stilla okkum í eina røð, tí nú skulu myndir takast. Og mín sann um ikki teir báðir Bill Clinton og Kofi Annan trína inn og stilla seg framman fyri eitt lørift, har myndir skulu takast saman við teimum.

Sjálvur var eg millum tey aftastu, og tá eg stígi fram, vuksu eyguni í høvdinum á Onni Nordstrøm, sum skipaði fyri bæði tiltakinum og fotograferingini. Tað var hann, sum vit høvdu tingast við um vitjanina hjá Clinton í Føroyum. “Hvat ger tú her?” spyr hann á enskum.

“Eg eri komin at fáa eina váttan frá Bill Clinton um, at hann kemur til Føroya í heyst,” svaraði eg og rætti hondini fram móti forsetanum, meðan Onni presenterar meg sum “our friend from Faroe Islands”. Trúgvi neyvan Clinton varð tikin á bólið á sama hátt sum Onni, men hann játtaði so, at hann hevði sett vitjanina í Føroyum á skrá í oktober, og at hann fór at koma. Tí eru smílini so stór á myndini.

Í Føroyum hevði Arbeiðsgervarafealgið saman við øðrum gjørt nógv burtur úr fyrireikingunum til vitjanina hjá Clinton. Tí var tað stórt vónbrot, tá hann í fyrsta umfari avlýsti, men tey vóru eisini fleiri, sum ongantíð trúðu, at hetta fór at koma í lag.

Heimafturkomin ringir útvarpið til mín og vil hava eina viðmerking beinleiðis á miðdegi. Eg greiði so frá okkara samskifti, og so spyr journalisturin – eitt sindur speiskliga: “Kunnu vit yvirhøvur trúgva tær, at hann ætlar sær at koma?”

“Ja,” sigi eg “tað vóru vitnir til samrøðuna.”

“Og hvør var so tað?” spyr journalisturin.

“Tað var fyrrverandi ST-aðalskrivarin, Kofi Annan,” svaraði eg.

So var tøgn ein løtu, áðrenn hornið varð lagt á.

Tað er ikki oftari enn so, at tú situr við slíkum trumfi í ermuni í eini beinleiðis samrøðu í fjølmiðlunum sum tann dagin.

Kofi Annan var høgt virdur, og allir heimsins leiðarar minnast hann, nú hann fór foldum frá 80 ára gamal. ST-aðalskrivarin, sum nú situr, Anotonio Guterres, skrivar, at Kofi Annan var honum ein dygg fyrimynd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo