Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Undirvísingarstýrið: Tá freistin at søkja inn á miðnámsútbúgvingar var úti á midnátt, vóru 878 umsóknir komnar inn. Hetta eru 40 umsóknir færri enn í fjør, og umleið 100 færri enn í 2021.

Av teimum 878 umsøkjarunum hava 677 søkt inn á gymnasialu breytirnar, 18 hava søkt inn á Heilsuskúlan og 183 hava søkt inn á yrkisrættaðu útbúgvingarnar.

Toppskjúttin gjørdist náttúrubreytin, sum fekk omanfyri 200 umsóknir. Hetta er á leið sama tal sum undanfarin ár. 
 
Eins og undanfarin ár, eru tað fleiri gentur enn dreingir, sum søkja inn á miðnám. Í ár eiga genturnar 58 prosent av øllum umsóknunum. Síðan 2015 hava gentur verið betri umboðaðar á gymnasialu breytunum - uttan búskaparbreytini og tøknibreytini, har dreingirnir eru í meiriluta.

Dreingir eru hinvegin, eins og undanfarin ár, munandi fleiri á yrkisrættaðu útbúgvingunum. Tó eru fleiri gentur á heilsuhjálpara, námsfrøðihjálpara, hárfríðkan og klædnaatstøði. 
 
Síðan 2015 hevur talið á umsóknum verið minkandi, og í ár er onki undantak. Í ár eru tað 342 umsóknir færri enn í 2015.

Farið verður nú undir at viðgera umsóknirnar, og umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi fríggjadagin 21. apríl 2023. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo