Hagstovan: Fólkatalið vaks við 439 seinasta árið, og 1. mars búðu 54.591 fólk í Føroyum. Tað svarar til ein vøkstur á 0,8%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði.
Fólkavøksturin í Føroyum heldur fram á tíggjunda ári. Seinastu tvey árini hevur hann verið lakari enn frammanundan.
Burðaravlopið hevur verið lutfalsliga lítið, fyrst vegna størri deyðatal og síðani vegna minni burðartal.
Nettoflytingin er eisini minkað nakað, bæði vegna minking í tilflytingini og fráflytingini.
Samanlagt gevur tað ein lakari fólkavøksturin enn áður, og hetta sæst aftur í myndini niðanfyri, sum vísir gongdina í fólkatalinum síðan 1985.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo