Armgarg Arge klummar: Læra vit av søguni? Leggja vit niður í okkara børn virðing og etikk, hvussu vit liva saman við øðrum menniskjum ella sita vit heima og flenna og eru neilig um hann ella hesi, so barnið heldur at ”tá mann ger tað heima, so kann eg eisini gera tað”?
Eru vit vorðin so fátæk í dag, so vit eigi ongi stór orð, ongar hugsaðar tankar, men duga bara at svara aftur við einstavilsisorðum sum : ”Yolo, wauw, kul, feitt, mega, giga ella carpe diem”?
Onki hevur týdning, onki engagement?
”Altso, hállo, hví skal eg ”bekymra” meg fyri umheiminum, hvat fái eg burturúr”?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo