Jürgen Klopp hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við Liverpool um at leingja samstarvið.
Tað váttar felagið í dag.
Sambært fleiri miðlum, millum teirra The Athletic og BBC, er tann nýggja avtalan fram til 2026.
Núverandi sáttmálin er galdandi 2024 út.
– Tað eru so mong orð eg kundi brúkt fyri at lýsa hvat eg haldi um hetta ... glaður, eyðmjúkur, vælsignaður, forrættur og spentur er ein byrjan, sigur Klopp við Liverpool netsíðuna.
Klopp gjørdist venjari hjá Liverpool í oktober 2015 og síðani tá hevur hann havt stóra suksess við felagnum, og hevur millum annað vunnið CL í 2018/19 og Premier League í 2019/20.
The boss has a special message for you… ❤️ pic.twitter.com/T4vFwYFN9p
— Liverpool FC (@LFC) April 28, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo