Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Dómkirkjan var í dag, tann 15. januar 2022, ein hábærsligur karmur um eina sorgblíða tænastu. Klokkurnar í torninum spældu stillisliga undan jarðarferðini “Harra Guð títt dýra navn og æra.” Urgan og tónlistin settu saman við Tórshavnar Manskóri dám á løtuna. Tað var sorg og unnilig samvera.

Inni í kórinum stóð ein stillførur dómpróstur, ið hvíldi í løtuni og sínum fakliga yrki. Hann jarðaði ein av sínum hollu og dugnaligu starvsbrøðrum innan tað kirkjuliga økið. Tað gjørdi hann vakurt og væl. Tað var andakt í kvirru og ljóði.

Fyri mær var tað sum um, at klokkan í torninum sang sorgarkvæði, nú ein av hennara egnu var borin til hvíldar. Møtti í kirkjuni í góðari tíð. Minnini um góðar løtur runnu fram fyri meg. Anfinnur Johansen hevði sítt upphav inni á Skála, har hann traðkaði sínar barnaskógvar og varð aldur til mans. Hann var ein av okkara egnu á vestara armi á Skálafjørðinum.

Anfinnur er ein av teimum, sum hevur glett meg í tænastuni sum prestur. Okkum, ið prædika, tørvar fólk, ið bakka okkum upp í hjáveru, samveru, bøn og andakt.

Óivað fær ein einsamallur prædikumaður sína styrki frá Harranum. Tað er mín trúgv, hóast eg ikki kenni til at vera einsamallur. Ístaðin kann eg vitna, at eg eri borin av trúføstum kirkjufólkum, ið vitjaðu halgidómin regluliga. Tað er mær til mikla gleði og styrkir mína trúgv. Tað er ein forrættur hjá teimum, ið prædika, at vit fáa blídlig orð og eitt smíl á vegnum

Anfinnur fekk gott í beinini heimanífrá, bæði uppaling, lærdóm og siðbundna mentan. Foreldrini, Jóhanna og Hjalmar, vóru at kalla hvønn sunnudag í kirkjuni á Skála. Tey høvdu sítt fasta pláss á aftastu brík mannfólkamegin. Hátíðardagar og sunnudagar vóru synirnir við foreldrunum, tá ið teir vitjaðu barndómsins signaðu leiðir. Barnaheimið gav teimum eina vælveru at ganga út frá og venda aftur til.

Tá ið vit í adventini 2007 komu til Havnar at búgva runnu leiðir okkara saman í Dómkirkjuni. Virðingin fyri hesum skilagóða og væl lærda skálamanninum hevur altíð verið stór. Hjá okkum, ið eru eitt sindur beint fram og buldraslig, er tað ein signing at møta hóvligum og góðsligum fólki.

Ongantíð eitt øvugt orð, ongantíð eitt ringt orð um nakran ella nakað. Eg havi biðið um hesa náðigávuna í langa tíð. Eri ikki bønhoyrdur, og so langt frá. Kunnaði einaferð Anfinn um mín trega av mær sjálvum, tá ið orðini gjørdust mong. Svarið var stillført og mettað við dannilsi og vísdómi: Okkum tørvar ymiskar førleikar og fjølbroytni á øllum økjum.

Nú samverkamaður okkara í fólkakirkjuni er kallaður heim til Harran, minnist eg hetta herðaklappið, at tað er ok at vera sum eg. At tað er ok at vera, svá vit eru. Lektarin á okkara Lærda Háskúla peikaði ongantíð niðrandi eftir nøkrum.

Málið og málfrøðin var hansara lívsstarv, og mær var hann hentur og til mikla hjálp. Møguliga bilaðu tey málsligu evnini, ella tað var vegna tvørrandi skúlagongd og stóra fráveru vegna sjúku í barnaskúlanum. Stílarnir vóru sum eitt grindadráp, eins reyðir og droyrin.

Anfinnur rættaði tær bøkur, ið eru útkomnar í mínum navni. Hann var í ferð við at rætta ta fimtu bókina, nú hann andaðist. Í staðin fyri at tosa um mína veiku síðu helt hann javnan fyri, at innihaldið var nøktandi, onkuntíð enntá gott. Heiminum tørvar jalig fólk, ið lyfta upp heldur enn at køva.

Ein av teimum, ið opnaði mær hurðina til prædikustólin í Havnar kirkju, hvílir nú vardur av eingli Harrans í kirkjugarðinum uppi í Hoyvík. Tað er okkara trúgv, at í Jesusi sum Harra og frelsara, eiga vit eitt ævigt lív í Guðs sólljósa staði.

Kirkjugarðarnir eru ikki verandi staður. Á evsta degi, tá ið basúnin ljóðar, og Harrans koma er sjónlig, tá vera vit vakt upp úr grøv til ævigt at liva í Guðs ríki.

Á arkinum við navni og sálmum stóð eitt ørindi úr kærleikans hásongi. Størstur av øllum er kærleikin. Soleiðis tekur ápostulin samanum.

Í hesum kærleika – Kristi kærleika – fór Anfinnur um evstu sýn. Í hesum kærleika og  fylgdur ávegis av teimum, ið vóru hansara eitt og alt: Mamman, børnini og teirra og beiggjarnir.

Kærleikin, ið tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt – kann verða endurføddur og endurnýggjast. Ein nýggjur kærleiki í tilkomnum árum.

Tað er hóskiligt, svá dómprósturin gjørdi, at nevna hana, ið kom á lívsleiðina hjá Anfinni og gav døgum hansara vónríkan hita og innihald. Skálamaðurin og klokkarin við Havnar kirkju fann eina unnustu, ið var har fyri Anfinn og teirra felags gleði. Navn hennara er Maria Heradóttir.

Hvørki Kristi kærleiki ella kærleikin ímillum tvey, ið eru góð, fellur burtur við deyðanum. Hann verður bara øðrvísi. Amen.

Orðið: “Men nú verða tey verandi, trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin.” (Fyrra Korintbrævið 13,13).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo