Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Uppsjóvarvirkið í Kollafirði, PP Faroe Pelagic, hevur endurnýggjað sín stuðulssáttmála við KĺF og heldur fram sum høvuðsstuðul hjá ítróttarfelagnum teir komandi 12-mánaðirnar.

Kollafjarðar ĺtróttafelag fegnast um sín endurnýggjaða sáttmála við høvuðsstuðulin PP Faroe Pelagic, sum síðan 2011 hevur gingið á odda í at stuðla ítróttarfelagnum fíggjarliga. Saman við øðrum lokalum kreftum, umframt fyritøkum við sæti aðrastaðni enn í Kollafirði, hevur fremst av øllum PP Faroe Pelagic víst ítróttafelagnum stórt álit, staðfestir Anja Weyhe, forkvinna í KĺF.

“Sum høvuðsstuðul síðan virkið kom í gongd í Kollafirði hevur PP Faroe Pelagic gjørt eitt megnar arbeiði fyri ta lokalu ítróttina her og alt tað sum hoyrir til,” segði Anja Weyhe aftan á ein fund seint í september við leiðsluna á uppsjóvarvirkinum.

‘Góðan felagsskap’
Partarnir eru samdir um at hugsa langskygt og miðvíst í mun til menningina av ítrótt í Kollafirði, bæði í kappingarligum og samfelagsligum høpi, undirstrikar Ton Frissen, stjóri á PP Faroe Pelagic.

“Nú eru tíðirnar sum tær eru og útlitini sum heild alt annað enn ljósareyð, men tess meira neyðugt er tað at vera framsíggin,” viðmerkti stjórin. “Tí ræður um at taka avgerðir við umhugsni og ábyrgd. Tað var skynsamt av KĺF fyri umleið tveimum árum síðan at seta ungdómsvenjara í starv, og hetta er so við og við eisini farið at síggjast aftur. Men tað er bert ein byrjan; hetta er eitt arbeiði sum krevur miðvíst framhald og áhaldandi menning. Vónandi fer tað sum frá líður at geva verulig úrslit kappingarliga, og vónandi kann tað eisini geva eitt íkast fyri lokalsamfelagið, eitt nú við at tey ungu fáa høvi til at styrkja sínar persónligu og sosialu førleikar og harvið gerast betur fyrireikað til framtíðina og yrkislívið.”

“Á PP Faroe Pelagic fegnast vit sjálvandi um heiðurin at sleppa at taka lut í hesum týdningarmikla arbeiði at stuðla ítróttini á staðnum,” segði Ton Frissen víðari. “Vit hava eisini saman við øðrum virkjum ein góðan felagsskap í hesum viðfangi. Og tað ger einki um fleiri koma afturat.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo