Jónas Vestergaard og Ingi S. Michelsen hava lokið sveinaroynd sum kleinsmiðir við sera góðum úrsliti. Teir hava somuleiðis fingið sveisi-sertifikat undir lærutíðini.
Ætlanin er, at øll, sum læra innan smiðjufakið, fáa sertifikat í sveising saman við sveinabrævinum.
Á myndini eru Jónas Vestergaard t.v og Ingi S. Michelsen t.h.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo