Tað vóru bara trý 10-mannafør sum kappaðust flestu stevnurnar í ár, og tað ætlar føroyameistarin, Klaksvíkingur, at broyta til næsta ár, tí nú hava teir beinleiðis bjóðað teimum av, sum vara av nógvu 10-mannaførunum sum stóðu í neystunum hetta kappingarárið.
Á facebookvanganum skrivar manningin á Klaksvíkingi soleiðis:
Klaksvíkingur rør í 2022!
Vit vóna at vit aftur koma at kappast við sigursvanda Ormin og stolta Havnabátin, men vóna eisini at tað finnast aðrir sterkir og raskir rógvarar runt landið, sum tora at kappast ímóti okkum í 10mf.
So spurningurin er: Tora tit ?
Eysturingur, Drekin Reyði, Suðringur, Norðingur, Vestmenningur
Vit bjóða av!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo