Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eitt mál sum er á skrá fyri eykabýráðsfundin í kvøld er Innafturtøka av matr.nr. 746d - alment parkeringsøki.

Hettar má undra mangan, tí fólk eru púra vill eftir at fáa grundøkir, og serliga hesi sum liggja sera væl fyri.

Har gamlir býlingar eru, skilur man væl, at kommunan ger parkeringspláss, tí møguleikarnir hjá fólki eru avmarkaðir, húsini standa oftani heilt út til vegin.

Her hava vit eina heilt nýggja útstykking, har fólk skulu hava parkeringpláss til tveir bilar og tað hava tey øll sum eg skilji tað.

Grundgevingarnar fyri at taka stykkið inn aftur og gera tað til eitt parkeringspláss eru bara so láturligar, kunnu í besta føri brúkast til undirhald.

At bilar standa á vegnum og at tað verður bygt niðan fyri vegin, so tey møguliga kunnu parkera hinumegin vegin.

At bilar standa á vegnum er einki nýtt, um man brúkar tann mátistokkin, skulu 30 parkeringspláss gerast á Garðavegnum og 10 á Stoksoyravegnum, láturligur hugsurnarháttir, vegurin er jú ringvegurin og ikki er loyvt at parkera, og so er at geva bót, tað er heldur ikki loyvt at parkera í rundkoyringi á posthúsinum, skulu vit so gera eitt parkeringspláss har.

Vit sum leita eftir einum góðum grundøkið føla, at vit verða hildin fyri spátt, turran spátt.

Hvat hugsa tit? Eru nakrar stemmur at fáa har? Nei, eg spyrji bara.

Hetta er málið:

Staðfest er, at eigarin av stykkinum er áhugaður í at lata stykkið innaftur, og verður víst til viðheftu

reglugerð kommununnar um sølu av útgrivnum kommunalum grundstykkjum í hesum sambandi.

Eigarin hevur gjørt stykkið byggibúgvið.

Tekniska fyrisiting hevur umrøtt málið, um stykkið skal takast innaftur t.d. at nýta til eitt parkeringspláss.

Viðmerkt er t.d., at tað verður trupult at fáa eina styttri gøtu niðan til vegin Niðan Horn, og tí er ivasamt, um íbúgvar í økinum fara at gera nýtslu av parkeringsplássinum.

Her skal verða skoytt uppí, at stórt byggiøki er niðanfyri vegin undir Fossum, sum við tíðini møguliga eisini kann fáa gagn av einum almennum parkeringsplássi, og at bilar standa ofta parkeraðir á vegnum, eftir vegateininum, nakað frá rundkoyringini og suðureftir.

Kommunan eigur grannastykkið norðanfyri, og tí ber til at gera eitt parkeringspláss, har bilar venda rætt, tá koyrt verður út á vegin.

Klax

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo