Posar og handskar kunnu heintast í Miðlan, og kommunan skipar fyri, at posarnir verða heintaðir á ávístum støðum.
Hetta er eitt átak, har borgarar sjálvir skipa ruddingina, og kommunan burturbeinir ruskið.
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðuni.
- Posar: Kunnu heintast í Miðlan (Klaksvíkar kommuna) í vikuni
- Ruskheintan: Avmerkt er á kortinum, hvar rusk verður heintað, og tí skalt tú leggja posan á eitt av hesum støðum (Sí kort niðanfyri).
- Samband: SMS boð kunnu sendast til Leif Danielsen, tlf. 758010, um spurningar eru um ruskavheintan
Ruddað verður leygardagin, 21. september kl. 10.00-17.00
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo