Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Síðani aldaskiftið er Klaksvík broytt eins og samfeldu Føroyar. Nógv er útbygt bæði á vinnuliga økinum, á mentanariøkum, á almanna- og heilsuøkinum og í kommunalum høpi.   – Hugburðurin hjá yngra ættarliðinm er eisini broyttur.

Neyðugt er tó at hyggja longur framá  - út um landoddarnar og framum. Lagt er upp til spennandi og mennandi framtíð  á øllum økjum.

Ein avmarkaður ”status” um støðuna ídag:
- Arbeiðsloysið hoyrir til tað lægsta í landinum.
- Íbúgvaratalið økist.
- Íbúðabyggingar hava ávísa ferð. Tað røkist fyri fleiri.  
- Vinnuligar útbyggingar bæði á sjógvi og á landi eru sjónligar.
- Í løtuni eru fyritøkur bæði í frumvinnuni og avleiddum vinnum hampuliga væl fyri og hava gott orð á sær.

Klaksvík hevur ikki fylgt við
Staðfestast kann , at seinastu 50 árini eru Føroyar fullkomiliga broyttar. Tað ”almenna” er vorðið bæði nógv størri, krevur meiri útbúgvið fólk og fólk í vitanarvinnuni. Samstundis er sentraliserað í stórum. Spurningurin er so, hevur Klaksvík fylgt við. – Haldi at svarast kann eitt greitt nei!  - Vit sum lands- ella býráðspolitikarar fyrr og nú hava ikki verið nóg vaknir!

Flestu almennu stovnar, skúlar saman við  avleiddum vinnum í Klaksvík, hava slettis ikki fingið nátúrligan vøkstur, men eru lutfalsliga minkaðar í stórum. Hetta ger, at Klaksvík er ov óstøðugt og sostatt viðbrekið.

Alemnnir stovnar, sum í síni tíð vóru stovnsettir í Klaksvík av norðoyingum, har hevur ”landið” tikið broddin av vøkstrinum. Onkur dømi av nógvum: t.d Klaksvíkar Sjúkrahús, stovnsett saman við eystursíðuni av Eysturoynni, Húsarhaldsskúlin, Klaksvíkar Sjómansskúli o.f.a. – Tó skal sigast, at Tekniski skúli og Sjónám hevur fingið nøkulunda frið.

Tørvandi útbyggingar av lansstovnum hevur gjørt Klaksvík til efturbát
Sentraliseringin til høvuðsstaðin hevur verið stórur ampi í menningini og størv í hópatali eru flutt hagar – vællønt størv – sum aftur gevur seg til kennar í vantandi peningi í kommunukassanum.

Sjón fyri søgn er, tá okkara ungu eru liðug við skúlan her og fara eftir víðari útbúgving, venda hesi bara aftur til vællønt størv, og tá tey eru horvin í Klaksvík, fara tey aðrastaðir serliga til høvuðsstaðin, eisini at seta búgv. - Her hava vit mist nógv!

Fari at vísa til skilagóðar greinar skrivaðar herfyri í Norðlýsið  av serfrøðingunum Ragnari Joensen, og Johnny í Grótinum. – Fari at heita á býráðið og politikarar, um at taka hesar uppaftur. – Kanska hevði tað verið eitt hugskot at endurprenta tær í Norðlýsinum.  

Vit hava mist tænastuveitingar bæði í privatum stovnum og almennum, tí tær eru sentraliseraðar, soleiðis, at ”tey ið liggja tættast miðdepilin fáa bestu tænastuna”. Sjálvt telesamskiftistænastur og samtyktir í avgerðum o.s.fr.

Nær fara útbyggingarnr í gongd
Lat meg til seinast nevna, at tær úbyggingar, sum fleiri ferðir eru givnar lyfti um bæði av politikarum og hava verið frammi í fjølmiðlum í 10 – 15 ár so sum Húsarhaldsskúlin, Sjúkrahúsútbyggingin o.a. hava verið ”árliga” útskotnar. -
Tað sum er alment útbygt er so gott sum alt fíggjað úr komunukassanum”

Alt í alt, hevur Klaksvík nøkulunda lívbjarga sær við privatum vinnum, men er vorðin stórur eftirbátur hvat almennum stovnum viðvíkir – har fleiri vóru skaptir í Norðoyggjum av norðoyingum, sum hava  ligið stórliga í órøkt bæði hvat viðvíkir viðlíkahaldi og víðari útbyggingum og fleiri eru fluttir.

Orsaka av sterkum vinnulívi, hevur tað gingið nøkulunda í Klaksvík, men almenna sentraliseringin við avleiðingum hevur køvt dygga framgond! - Tíðin er nú komin til at fáa hesi mál loyst! – Her skal nógv arbeiði leggjast í!

PS!
Til seinast tó! Vit kunnu øll fegnast um, at miðbýarætlanin gjørdist veruleiki, hevur rigga væl og kann útbyggjast!

Jógvan við Keldu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo