Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Klæmint Andrasson Olsen hevur skorað fyri Føroyar. Ein fantastisk løta í Parkini í Keypmannahavn - Mynd: Hans Erik Danielsen

Klæmint Andrasson Olsen hevur skorað fyri Føroyar. Ein fantastisk løta í Parkini í Keypmannahavn - Mynd: Hans Erik Danielsen

Klæmint Andrasson Olsen hevur skorað fyri Føroyar. Ein fantastisk løta í Parkini í Keypmannahavn - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Klæmint Andrasson Olsen megnaði tað, sum eingin annar spælari í hesari undankappingini hevur klárað. Og um eitt sindur av hepni var við skúlatænaranum úr Rituvík, so stjól hann allar yvirskriftirnar í Parkini fríggjakvøldið.

Gamaní vann Danmark 3-1, eftir 1-0 leiðslu í steðginum, og talan var allarhelst um ein uppibornan sigur. Men seinasta løtan av dystinum fer í søgubøkurnar sum ein fantastisk og minnisrík løta í føroyskum landsliðsfótbólti. Løtan, tá kenslurnar hja teimum flestu fingu frítt at fara.

Stutt áðrenn Klæmint Andrasson Olsen minkaði til 2-1, hevði føroyska liðið fingið yvirvág í spæli, og tað kendist sum álopini skolaðu móti danska málinum. Og bara ein framúr bjarging frá Kasper Schmeichel syrgdi fyri, at Føroyar ikki fingu fleiri enn tað eina málið, sum samstundis er tað einasta, sum er skorað móti Danmark í hesari undankappingini.

Takk fyri ógloymandi løtuna í Parkini, Klæmint og allir hinir.

Í hinum dystunum í bólkinum vann Skotland 2-0 á útivølli móti Moldova, og í Eysturríki vann heimaliðið 4-2 á Ísrael.

Mánadagin verður spælt aftur, og tá møtast Ísrael og Føroyar í Tel Aviv, Skotland tekur ímóti Danmark, og Eysturríki fær vitjan av Moldova.

Støðan og leikskráin í bólkinum sæst H E R

Myndir síggjast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo