BirkBlogg: Í góðveðrinum í Vágsbotni í dag hitti eg Debes Sivertsen úr Norðdepli. Umframt at verða bóndi, sum er komin til Havnar at selja turt kjøt, er hann eisini kavari, sum sæst á bringuni.
Eg steðgi, og vit fáa eitt hugnaligt prát í lágu vársólini við bryggjukantin innast í Vagsbotni um seyðahald, vistfrøði, kjøt og smakk.
Eg geri av at keypa besta turra tjógvið, hann hevur. Men so er tað tað. Reiðan pening havi eg ikki uppiá mær og minnist ikki, nær eg síðst var í einum banka. Debes, sum er abbasonur Havnarjógvan, bjóðar sær til at eg kann gera eina flyting, men illanstíð, eg skal fara niðan í nærmastu sjálvtøku.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo