Føroyar eru sum land sera tengd at inn- og útflutningi, og tískil verður keypiorkan hjá tí vanliga føroyinginum eisini ávirkað av hvat hendir úti í heimi.
Eitt hugtak sum orkusjálvbjargni er vorðið alsamt meiri viðkomandi, nú Ukraina-kríggið hevur ført stórar avbjóðingar á orkuøkinum í eitt nú Týsklandi og Bretlandi, og eitt hugtak sum “orkufátækur” ger seg meiri galdandi, tí vanligir borgarar ikki hava ráð at rinda orkurokningina.
Neyðugt er, at vit verða meira sjálvbjargin innan ávís øki, sum eru av alstórum týdningi fyri føroyska samfelagið.
Vit skulu gera okkum sjálvi meira mótstøðufør, tá kreppur raka.
Týdningarmikið er tí, at vit áhaldandi arbeiða at gera Føroyar óheftar av oljuni, í tann mun tað er gjørligt, so vit framtíðartryggja føroyska búskapin.
Sjálvt Japan fer aftur til kjarnorku
Ellivu ár aftaná reaktorólukkuna í Fukoshima ætlar tann japanska stjórnin at venda aftur til kjarnorku. Livitíðin hjá kjarnorkuverkunum skulu leingjast, og nýggir reaktorar skulu byggjast. Grundgevingin, hjá japanska forsætisráðharranum Fumio Kishida, eru orkuavleiðingarnar av Ukraina-krígnum.
Tað hevði verið eyðsæð og skiljandi, um Japan fyri alla tíð hevði vent kjarnorkuni bakið. Men nú broytir Japan kósina, har ið meiningakanningarnar vísa undirtøku fyri kjarnorku. Er tað so óskiljandi?
Hví er Japan ikki óttafult? Spurningurin um orkuveitingar er støðugt ein spurningur um aðrar orkukeldur. Japan hevur ongar sjálvstøðugar orkukeldur. Japan hevur næstan eingin orkuráevni. Harvið verður kjarnorka sett í staðin fyri innflutningi av gassi, koli og eitt sindur av økostreymi.
Tá tað kemur til japansku streymsamansetingina eru 40% gass, sum harvið er høvuðsparturin í streymsamansetingini. Alt útvegað við flótandi-gass tangaskipum. Japan er eisini størsti keyparin av flótandi náttúrugassi í heiminum. Nú hevur Japan ikki longur ráð at keypa gassi takkað verið Putin.
Japan hevur ásannað, at tað hevur brúk fyri kjarnorku.
Kjarnorka er umhvøvisvinarlig
Um hugt verður at Týsklandi, so kom Týskland sær sjálvum í orkukreppuna, sum tey uppliva nú í Týsklandi, við at hava ein eintáttaðan hugburð til sólorku, vindorku og gass.
Hækkandi orkuprísir og lækkandi veitingartrygd hótta kappingarføri og vælferðina.
IPCC, heimsins klimaráð, hevur lýst kjarnorku sum eitt amboð til veðurlagsvernd. Tað Evropeiska Samveldi hevur flokkað kjarnorku sum eina burðardygga orkukeldu.
Skulu vit hava orkusjálvbjargni og steðga við at brúka fossila orku, sum olju og gass, merkir tað meiri el-bilar, el-bátar og meiri elupphiting. Aðrar orkukeldur sum hitapumpur brúka streym. Alt hetta hevur ein størri streymtørv við sær.
Skulu olja og gass ikki verða við í streymsamansetingini, er kjarnorka eitt gott boð.
Búskaparmenning við varandi og trygga orku
Tað er lítil ivi um, at Føroyar hava sera góðar náttúrugivnar fyritreytir at menna varandi orkukeldur - tað verið seg vind-, aldu-, og sjóvarfallsskipanir. Jarðhiti hevur eisini fingið størri týdning seinnu árini.
Neyðugt er framhaldandi at byggja okkara búskaparmenning á varandi og tryggar orkukeldur, og stimbra undir menning av vinnu, ið byggir á varandi og trygga orku.
Kjarnorka er tískil ein møguleiki, um vit fáa servitan og tøknifrøðina til Føroyar.
Á henda hátt fáa vit eisini varandi og trygga orku í okkara streymsamanseting.
Neyðugt er við gransking á økinum, og kann Fróðskaparsetur Føroya hava ein lyklaleiklut at spæla hesum viðvíkjandi.
Við framburðskvøðu
Øssur Patursson
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo