Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Starvsmannafelagið: Løgtingið situr í hesum døgum og skal taka støðu til ein tann størsta politiska reformin í nýggjari tíð. Tað er, hvussu pensjónsnýskipanin skal vera í framtíðini. Eitt mál, sum hevur og fer at hava stóran týdning fyri hvønn einasta føroying.

Eftir aðalfundin hjá Starvsmannafelagnum leygardagin letur felagið hurðarnar upp til Smæruna, har spennandi almennur kjakfundur verður um pensjósnýskipanina.

Kjakið byrjar við eini stuttari framløgu, har Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur á lættan hátt fer at greiða frá pensjónsnýskipanini. Hvørjar eru høvuðsbroytingarnar í uppskotinum og hvussu fara tær at ávirka okkum?

Aftaná verður kjak, sum Óluva Zachariassen, journalistur, fer at stýra.

Við pallborðið sita Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, Bárður Nielsen, løgtingsmaður, Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum og Jan Otto Holm, búskaparfrøðingur.

Høvið verður hjá áhoyrarunum at gera viðmerkingar og seta luttakarunum við pallborðið spurningar.

Møtið fjølment til ein spennandi kjakfund um eitt týdningarmikið aktuelt samfelagsmál!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo