Frítt Val skipaði í gjárkvøldið fyri pallborðskjaki um abort.
Kjakið var í Perluni í Havn í sambandi við Femifagnaðin 2019, sum er hesa vikuna. Á leið 100 fólk møttu til kjakið.
Eitt kvinnuligt umboð úr seks politiskum flokkum kjakaðust um evnið, og var Liljan Weihe orðstýrari.
Luttakararnir til kjakið vóru:
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin
Anna Falkenberg, Sambandsflokkurin
Kristianna Winther Poulsen, Javnaðarflokkurin
Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi
Ruth Vang, Framsókn
Mia av Kák Joensen, Miðflokkurin
Sí myndir frá tiltakinum her
Fríggjadagin er altjóða kvinnudagur, og eru tá ymisk tiltøk á skránni í Havn. Sí skrá her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo