Um stutta tíð verður føroyska kelduvatnið Kirvi at fáa til keyps í Danmark. Fyritøkan Kirvi í Lopra hevur fingið avtalu í lag við danska heilsølu, sum serliga leggur seg eftir at selja drykkivørur.
Kirvi hevur seinastu tíðina arbeitt við at tillaga etikettir og fingið skrásetingar uppá pláss við Dansk Retursystem, og ein av fyrstu døgunum verða fyrstu vørurnar sendar avstað. Tær fyrstu fløskurnar blivu framleiddar millum jóla og nýggjar.
Umframt søluna, sum nú fer í gongd í Danmark, hevur Kirvi arbeitt miðvíst við at útflyta vatn. Í 2020 byrjaði Kirvi at senda vatn til Kekkia – og í fjør legðist Slovakia afturat. Eisini hevur Kirvi útflutt vatn til Týsklands til aðra framleiðslu.
Sambært Halli Augustinussen, stjóra, er vaksandi útflutningurin spennandi. Hann sigur, at við nýggjum og góðum maskinum, kann Kirvi økja nógv um framleiðsluna.
Annars sigur hann, at gongdin hevur verið sera postiv hjá felagnum í ár. Kirvi hevur ikki verið merkt av korona eins og í fjør. Bæði framleiðsla og søla hava gingið væl, og hann fegnast eisini um, at føroyingar hava tikið væl ímóti vørunum frá Kirvi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo