Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á in.fo greinar Eirkur Lindenskov, blaðstjóri, málið um fríøkið og kirkjuna við Sandá 25. februar og staðfestir:

1: “Mótstøðufólk tosa um beinleiðis feilir í málsviðgerð, sum tó verða vístir aftur av Tórshavnar kommunu og øllum teimum kærustovnum, sum málið hevur verið ígjøgnum.”

2: “Men klutur er komin í málið, tí at fólksliga mótstøðan hevur verið so hørð. Í politikki ber altíð til at broyta meining, og tað hava summir býráðslimir eisini gjørt.”

Til 1: Kommuna hevur ikki alment víst aftur páhaldi áhugabólksins, at fyrisitingarligt mistak varð gjørt í 2010.  
Herfyri ásannaði býararkitekturin enntá í telefonsamrøðu, at tinglisna skjalið ikki var í viðgerðini.

Sandáarmálið er ikki lagt fyri kærustovnar, hvørki Kommunala Eftirlitið ella Løgtingsins Umboðsmann.

Um onkur skuldi havt kært, so skuldi tað verið gjørt undan mai í 2012.

Mótmælt varð eisini í 2010
Einaferð afturat: Í 2010 lótu mótstøðufólk inn eitt tinglisið skjal um útstykkingina og fríøkið saman við 245 undirskriftum.

Skjalið var ikki ítøkiliga við í viðgerðini, vísa innlit. Tað vátta limir í Byggi- og býarskipanarnevndini tá, Elin Lindenskov, Levi Mørk, Jógvan Arge og Bogi Andreassen, í samrøðum og í greinum. Tey siga, at vistu tey um tinglisna skjalið, hevði úrslitið óivað verið ørðvísi.

Innlit og samrøður benda tí á, at upplýsingarskyldan mótvegis teimum, sum skuldu taka avgerð, varð ikki hildin. Tey vistu ikki, at frítt øki, gøtur, spælipláss og annað varð latið kommununi ókeypis, sum sæst í servituttinum. Servitutturin er tinglisin á allar 75 matriklarnar í útstykkingini. Tann 22. januar fekk eg staðfest á Tinglýsingini, at hann var ikki avlýstur.

Í sløk tvey ár hava umboð fyri áhugabólkin “Varðveitið fríøkið við Sandá” víst á, at upplýsingarskyldan í fyrisitingarrættinum var neyvan hildin.

Um nevndu skyldu skriva løgfrøðingarnir, Bárður Larsen og Kári á Rógvi:

“Upplýsingarskyldan hjá myndugleikanum er garantiregla og trygd fyri, at fyrisitingarlig avgerð er rætt og lóglig. Útgangsstøði er tí at ónøktandi upplýst avgerð er ógildug. Er avgerðin ikki tikin á nóg upplýstum grundarlagi, antin tí myndugleikin ikki hevur partshoyrt ella í aðra máta ikki sjálvur hevur lýst málið nóg væl, verður hon ógildug.”

Hví hvarv tinglýsta skjalið?
Lutvíst tinglisna skjalið varð ikki skrásett, vísa innlit. Hví?

Skjalið varð ikki sent Yvirfriðingarnevndini. Nevndin skal geva frávik frá náttúrufriðingarlógini, um at byggjast skal nærri enn 300 metrar frá áum, sum eru 4 metrar í botninum. 

Skjalið varð ikki sent Innlendismálaráðnum. Ráðið skal kanna, um alt fer rætt fram, tá byggisamtykt skal broytast. Hvussu kundi ráðið kanna, at alt var rætt, tá tinglisna skjalið ikki var við?

Búði nakað undir?

Visti borgarstjórin, tá hann setti undirskriftina á søluskjalið, at fríøkið varð latið kommununi sum ein gáva?

Klutur hevur verið í málinum frá upphavi
Til 2: Klutur kom ikki í málið, tí hørð mótstøða í 2021  tók seg  upp ímóti at gera eitt óneyðugt inntriv í eitt av heilt fáu fríøkjunum, har dýr ikki at ganga á beiti, og sum sum fólk í stórum tali njóta.

Klutur kemur í málið, tá fyrisitingin í TK mælir til at staðseta eina kirkju á fríøkinum við Sandá, royndirnar at sleppa undan at gera serstaka byggisamtykt, mongu hoyringsskrivini ímóti ætlanini, nógv trýst fyri og ímóti, meiriluti í nevndum ímóti uppskotinum, sum býráðið loksins samtykkir við minst møguligum meiriluta í mai 2011. Sjey fyri og seks ímóti.

Málið var tá so klutrað, at varaborgarstjórin, Jógvan Arge, staðfesti, at:

“...kommunan hevur fyri ein part agerað sum katalysator fyri at benda og boyggja og gera nýggjar reglur, so eitt byggiloyvi kann útvegast á einum øki, har tað í grundini ikki ber til.” Og slær fast:

“Best er fyri allar partar at halda fingrarnar burtur frá fríøkinum við Sandá. Gera vit ikki tað, kunna vit vænta óbótaligan skaða bæði har og aðra staðni í kommununi – og tað haldi eg, at eitt Guðs hús er ov gott at verða brúkt til.”

Stórur meiriluti ímóti óneyðuga inntrivinum
Endurtaki, at “Best er fyri allar partar at halda fingrarnar burtur frá fríøkinum við Sandá”.

Tað ásanna tey 2000 fólkini, sum tóku undir við áheitanini “varðveitið fríøkið við Sandá”. Og tað ásanna heili 60 prosent í høvuðsstaðnum, sum eru ímóti staðsetingini, vísir kanning hjá spyr.fo.

Tjóðveldi gjørdi ikki kanningina, men Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag bað spyr.fo gera eina kanning um kommunumál, sum staðfestir, at bara 20 prosent  taka undir við staðsetingini.

Sambært greiningini hjá Eiriki fara kanska nakrar blankar javnaðaratkvøður at avgera málið.

Óvist enn, men vit vita, at fýra javnaðarumboðini - Elin Lindenskov, Halla Samuelsen, Levi Mørk og Rúni Djurhuus - í 2011 atkvøddu ímóti at broyta fríøkið við Sandá til byggiøki.

Í Tórshavn 26.februar 2024
Við náttúrukvøðu
Jóhann Mortensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo