Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Týsdagin 25. juni 2019 kl.10.00 hevur Føroyskt kirkjumál bókaframløgu í Havnar kirkju – dómkirkjuni.

Hesar bøkur verða lagdar fram:

Broytt og víðkað útgáva av Altarbók Føroya kirkju, fyrsta útgáva av Handbók Føroya kirkju, fimm endurútgávur av Sálmabók Føroya kirkju í ymiskum støddum, og ein nýggj útgáva av sálmabókini saman við sálmabókaruppískoytinum sum app.

1939, 1989, 2019
Í ár eru 80 ár liðin, síðan føroyskt mál varð góðkent sum kirkjumál. Sama ár var givin út løggild altarbók. Í ár eru eisini 30 ár liðin, síðan 2. útgáva av sálmabókini varð løggild, sum kom út árið eftir í 1990.

Løgmaður løggildir
Tað er Føroya løgmaður, sum løggildir Altarbók Føroya kirkju. Á framløgudegnum handar løgmaður Føroya biskupi fyrsta eintakið av altarbókini.

Biskupur og umboð fyri Føroyskt kirkjumál bera fram heilsanir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo