Felagið Varðin: Mikukvøldið 7. apríl klokkan sjey verður framløga av Norðstreymoyar kirkjubók 1789-1892 í Glæmuni í Kvívík.
Nú er Felagið Varðin komið meir enn hálva leið við útgávuni av avritum av teimum elstu kirkjubókunum í Føroyum, tí Norðstreymoyar kirkjubók er tann fimta. Hetta er framhald av tí verkætlan sum hevur givið okkum tær báðar kirkjubøkurnar í Eysturoynni, sum komu út 7. juli 2020, og síðani kirkjubókina fyri Norðoyggjar og ta fyri Vágar og Mykines.
Talan er um eina bæriliga bók við 599 blaðsíðum. Her eru øll tey nevnd, sum eru fødd í Norðstreymi í hesum tíðarskeiði, og tí ber til at síggja nær tey eru doypt, hvørjar gubbar og gummur tey hava, hvørjum tey eru konfirmeraði saman við, nær og við hvørjum tey eru gift, hvørji børn tey hava fingið, og nær tey eru deyð og grivin. Hetta eru haldgóðir upplýsingar, tí Johan G. Mikkelsen, sum er tikin í leikum sum avskrivari av gomlum skjølum, hevur mikið nágreiniliga skrivað hvønn bókstav og hvørt tal, so at trygd er fyri, at tað sum er komið upp á prent, samsvarar við tað sum í handritinum stendur.
Verkætlanin er sett í gongd av Felagnum Varðanum, tí hetta felag helt, at nú tað fyllir hundrað ár, skuldi tað geva Føroya fólki nakað afturfyri tann stuðul, sum mentanarritið Varðin hevur fingið frá skrivandi føroyingum, haldarum og vinnulívsfyritøkum farnu øldina.
Bøkurnar eru fyrst og fremst kærkomnar hjá ættargranskarum, sum higartil hava havt ómetaligt stríð av at finna fram til álítandi upplýsingar um slag og slekt. Harnæst er her ein góð kelda til alla Føroya søgu í nítjandi øld. Men eingin man fegnast so nógv um hesa útgávu sum tey, sum hava hug til at skriva bygdarsøgur, tí nú ber til uttan stórvegis roks at fáa at vita hvør ið hevur livað í hvørjari einastu bygd.
Fyri at hjálpa lesarunum at finna fram til hvørji fólk talan er um, hevur felagið fingið Erling Isholm at gjørt stíl til hvørt bind, so til ber at síggja bæði mannanøvn og staðarnøvn. Fyri at fáa trygd fyri at alt er komið rætt við, hevur Sunnrid Olsen úr Kollafirði lisið alt tilfarið ígjøgnum.
Nú eru allar Føroyar norðan fyri Hórisgøtu komnar við, men ikki fyrr enn tann syðra helvtin eisini er komin er verkið fullgjørt, og er at vóna at hetta verður innan alt ov leingi.
Á framløguni fer Marjun Bæk, sum hevur drúgvar royndir sum kirkjubókaskrivari, at siga frá hvat ið bøkurnar kunnu siga okkum.
Orsøkin til, at framløgan verður í Glæmuni er tann, at handritini eru skrivaði á Kirkjuteigi í Kvívík.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo