Djóragarður í Hangzhou har eysturi í Kina hevur avvíst at onkrar av bjørnunum í veruleikanum eru fólk í búna.
Orsøkin er video upptøka av eini bjørn, sum stendur uppreist á sínum afturbeinum.
Videoin er farin viralt á kinesiskum sosialum miðlum, har brúkarar hava víst til mjávaksna skapilsi og skinnið, sum fær hana at síggjast næstan menniskjaliga út, skrivar danska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo