Týskvøldið 27. februar kl. 19.30 heldur Jákup Bogi Joensen, journalistur og filosoffur fyrilestur undir heitinum: Hugleiðingar um Søren Kierkegaard og ávirkanina av hansara heimspeki.
Fyrilesturin fer aftur um nøkur av mest grundleggjandi eksistentiellu hugtøkunum í heimspekini hjá Søren Kierkegaard. Fyrilesturin lýsir, hvørja ávirkan eksistentialisman hjá Kierkegaard hevur havt fyri eftirtíðina, eisini í einum føroyskum konteksti, og hvussu heimspekin hevur ávirkað fyrilestrahaldaran.
Jákup Bogi Joensen er journalistur og kandidatur í praktiskari heimspeki á Aalborg Universiteti. Hann hevur skrivað serritgerð um heimspekina hjá Søren Kierkegaard og hugtakið úrvóning, “fortvivlelse”.
Høvið verður til spurningar kjak.
Kirkjukaffi aftaná.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo