Danin Søren Kierkegaard er heimskendur fyri sínar eygleiðingar og djúpu hugsan. Tað er ein frægd at lesa bøkur hansara, hóast okkurt er, sum er torskilt og óskiljandi.
Vit, ið halda talur og fyrilestrar, hava mangan hugsan hansara á lofti. Vit leggja lunnar undir framløguna við at vísa til virðismetta og dygdargóða heimspeki.
Tó, vit varnast ikki altíð, at Kierkegaard til tíðir er alt annað enn háborin. Hugsanin kennist so inniliga einføld og barnslig, at hann kundi verið uppvaksin í okkara heimligu fólkakirkju, missión ella fríkirkju. Tann einfalda persónliga trúgvin tekur myndina sum verandi sonn og ektað. Kirkjan tengd at statinum við løntum akademiskum tænastumonnum fær hørð orð á vegnum.
Ella er Kiekegaard so klókur og lærdur, at hann veit, at hinum vitandi og vísa ikki tørvar hástóra hugsan ella sjálvklókskap? Sá Kierkegaard, at eyðmjúkleiki er vegurin til stórar víddir og høgar hæddir? Sá hann, at til tess at ganga vegin uppeftir mega vit taka støði í tilveruni og hyggja inneftir?
Áhugaverdir spurningar, ið ávegis vera svaraðir við at lesa greiningina, ið lýsir tollaran og farisearan í halgidóminum. Tollarin var eyðmjúkur, lítillátin og rættvísgjørdur. Farisearin var sjálvsikkur, hástórur og upptikin av sær sjálvum.
Í hesum sambandi verður setningurin nýttur, “at sjálvrannsakanin er møguleikin fyri rættvísgering.” Skulu vit verða gjørd rættvís, ja so mega vit rannsaka okkum sjálv og síggja, at fleiri neiligir pílar peika inneftir.
Skulu vit vera gjørd rættvís yvir fyri Guði, ja so er tørvur á einum frelsara, sum okkara vegna – í mítt og títt rúm og stað – ber synd vára. Tað var júst tað, ið var endamálið við komu Jesu til jarðar, hansara gerningi á jørðini og himmalsferð.
Orðavalið í uppbyggiligu talunum hjá Kierkegaard minnir um tað, ið mong okkara kenna frá frá sunnudagsskúlanum og møtinum sunnukvøld. Ikki háfloygd orð og fløkjaslig gudfrøði, heldur ein kenslulig og persónlig tala.
Talan hjá Kierkegaard minnir um málburðin hjá leikfólkinum heldur enn prestunum. Tó, einki er svart / hvítt, ei heldur henda niðurstøðan, tí leikfólk kunnu vera sum prestarnir og prestarnir sum leikfólk.
Tveir menn fóru niðan í halgidómin at halda bøn. Tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: “Guð náði meg syndara!”
Farisearin bað eisini, men innihaldið í bønini var væl øðrvísi. “Eg takki tær, Guð, at eg ikki eri sum aðrir men: ránsmenn, órættvísir, horkallar ella líka sum hasin tollarin.”
At tollarin sló seg fyri bringuna er tekin um, at hann ásannar og játtar sína synd. Tað er at hyggja upp við at hyggja niður, t.d. leggja seg á knæ við Harrans altar. Tað er at søkja ásjón Harrans og í bøn stunda á Guðs náði og umsorgan. Løtan, tá ið hin tunga byrðan verður tikin av herunum og syndin fyrigivin.
At sláa seg fyri bringuna er bøn hins suffandi, ið tyngdur av skuld biður: “Guð náði meg syndara – ella sannari, at tú leggur teg á knæ við Altarið, ein persónur á knøum framman fyri Guði, ið vísir, at hann dømandi seg sjálvan einans biður um náði – og tó við Altarið verður rættvísgjørdur.” 1)
Og síðani at reisast frá Altarinum og fara rættvísgjørdur heim til hús. Borin av vissuni um signing Guðs, sannførdur um at løtan á knøum var rættvísgering av syndigum holdi. At løtan framman ásjón Guds gav eydnu, signing og gleði.
Hóast einfalda talu eydnast tað Kierkegaard at grunda tað einfalda í djúpari hugsan, ið krevur sjálvrannsakan og støðutakan. Tað er umráðandi at vera ærligur og sannur yvir fyri Guði og monnum. Tað ber jú væl til at seta seg sjálvan lágt við tí í hyggju, at onnur skulu seta okkum hægri.
At vera eyðmjúkur av sonnum hjarta er ein dygd. At vera eyðmjúkur við tí í hyggju at vaksa í manna eygum er falslyndi. Tess vegna er tað gagnligt at søkja ásjón Guds í einsemi. Ella vit søkja ásjón Guðs í halgidóminum saman við øðrum og burturav hugsavna okkum um Guð.
Ein andalig tala ella prædika skal ikki prógva, at vit eru klók og vita eina rúgvu. Ein prædika er eitt gott orð um Jesus, ið boðar menniskjum fyrigeving syndanna og eina bjarta vón í Guðs egnu framtíð. Alla ta tíð, ið vit endurgeva orð Jesu sum Jesu egnu orð roynast vit sonn og vís. Snávingarsteinurin er skjótur at detta um, tá ið vit tulka okkara egnu áskoðan inn í evangeliska tekstin.
Undurfult at liggja á knøum við Harrans altar og uppliva, at vit fara heimaftur rættvís og reinsað. Amen.
Orðið: “Eg sigi tykkum: Hesin (tollarin) fór rættvísgjørdur heim til húsa, men hin ikki...” (Lukas 18,14).
Heimild:
-
Søren Kierkegaard, Samlede Værker, Bind 14, Gyldendal 1978, bls. 183-189.
Jógvan Fríðrikson
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo