KÍ hevur gjørt avtalu við Daniel Berg Hestad, um at hann skal vera partur av venjaratoyminum til komandi kappingarár.
Hetta boðar felagið frá í dag.
Fleiri munnu nokk kenna Daniel Berg Hestad, sum eins og høvuðsvenjarin, Magne Hoseth, hevur gjørt um seg í norskum fótbólti. Hann hevur leikt 516 dystir fyri Molde og var í tveimum kappingarárum í SC Heerenveen. Eisini hevur hann umboðað norska A-landsliðið átta ferðir.
Síðani 2017 hevur Daniel verið knýttur at venjaratoyminum í Molde, har hann hevur røkt uppgávuna sum U19 og venjari hjá reservunum.
Umframt at vera hjálparvenjari hjá Betri liðnum hjá KÍ, kemur Daniel at hava ábyrgdina av 1. Deildarliðnum og í talentmenningini í KÍ akademinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo