Hóast tað seinastu árini hevur gingist væl hjá KÍ í landskappingini, so hevur tað ikki gingið eins væl í steypakappingini.
Men í kvøld spældi KÍ seg í finaluna, við sannførandi sigri í Klaksvík á 07 Vestur.
Hitt finaluliðið verður Víkingur, sum vann 1-0 á HB í kvøld.
Hetta er sjeyndu ferð innanfyri seinastu 10 árini at Víkingur er í finaluni.
Steypafinalan á Tórsvølli 29. oktobur millum Víking og KÍ verður sostatt ein endurtøka av finaluni frá 2016.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo