Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Samrad.fo: Tað verður einn sannur fagnaðardagur sunnudagin, tá KÍ skal spæla seinasta dystin í hesum kappingarárinum. KÍ skipar nevniliga fyri stórum ókeypis tiltaki, har børn og vaksin millum annað fáa grillaðar pylsur, wienarbreyð, sunkist, ís, kaffi og te.

Sunnudagin spælir KÍ móti Víkingi á heimavølli, og er hetta samstundis seinasti dystur í landskappingini í ár.

Tí verður eisini steypahandan eftir dystin, men umframt alt hetta fer KÍ eisini at bjóða til ein spennandi fagnaðardag fyri alla familjuna.

Áðrenn dystin
Byrjað verður við einum stórum tiltaki í KÍ-høllini, sum byrjar kl. 13.00, har børn og foreldur kunnu fáa wienarbreyð, soft-ice, kaffi, te og sunkist. Eisini fáa børnini bláar bállónir frá Silva, ið eisini møtir upp til høvið.

Bæði vaksin og børn hava eisini møguleika at fáa sær andlitsmáling og koma í rættiligan KÍ-stemning.

Fyri at skjalfesta søguligu løtuna og gera hana ógloymandi, ber til at taka mynd við vakra myndaveggin, sum eisini er settur upp.

Áðrenn farið verður út á vøllin, fara Karl Martin Samuelsen, Steintór Rasmussen og Heini Ziska Dahl á pallin, har teir syngja nakrar sangir.

Undir dystinum
Røsku kaffi-damurnar hjá KÍ eru eisini í gávuhýri undir dystinum, og tí verður bjóðað ókeypis kaffi, te og okkurt gott afturvið.

Aftan á dystin
Vit heiðra besta liðnum hjá KÍ á vøllinum, har umboð fyri FSF fer at handa gullheiðursmerkir og steyp.

Tá handanin er liðug, verður farið inn í KÍ-høllina aftur, har bæði besta liðið hjá kvinnum og monnum verða heiðrað á pallinum.

Eisini verða aðrar heiðranir inni í KÍ høllini, har Martin Kjærbo fer at stýra tónleikinum.

Síðani bjóðar KÍ ókeypis pylsur og breyð við øllum, sum har tilhoyrir, og tá klokkan nærkast 18.30, fer Bill Justinussen eisini á pallin við sínum væl dámda undirhaldi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo