Sum so nógv havi eg fingið valkort so eg kann sleppa at atkvøða fyri onkrum av teimum flokkum sum bjóða seg fram at umboða Føroyar á danatingi.
Men hvørja trygd havi eg fyri at tey umboð, vit senda niður, fara at arbeiða til okkara gagn?
Vit hava sendiboð víða um heim. Tey eru í okkara tænastu og fáa løn frá føroysku skattaborgarunum. Gera tey nakað, sum ikki hóvar okkum, fáa tey boð um, at tey ikki longur eru í okkara tænastu og onga løn fáa aftur. Men tey umboð vit senda á danating verða ikki lønt av okkum, men av teimum donsku skattaborgarunum. Verður tvístøða millum føroysk og donsk áhugamál missa hesi umboð onga løn við at stuðla teimum donsku sjónarmiðunum. Flokkarnir lata seg tí keypa fyri at hjálpa donsku stjórnini, um tá á stendur, at virka ímóti okkara áhugamálum.
Men hví skuldi ikki onkur av flokkunum tikið undir við at føroysku fólkatingsumboðini søgdu nei takk til at taka ímóti donskum skattapengum?
Í Norðurírlandi eru mong sum taka undir við flokkinum Sinn Féin, sum er ímóti at landsluturin er innan fyri bretska markið. Men tað er hann og teir gjalda skatt til Bretlands. Fyri at mótmæla hesum stilla teir upp til val til bretska parlamentið, og fleiri verða valdir. Fyri at taka sæti skulu teir geva eitt hátíðarligt lyfti um at halda stjórnarskránna, og hesum sýta teir fyri og koma tí ongantíð í tinghøllina og fáa tí onga løn frá stjórnini sum krevur skatt upp í Norðurírlandi. Flokkur teirra gevur teimum eina løn sum svarar til handverkaraløn, so teir kunnu gera sjónarmiðum floksins gagn víða hvar.
Teir siga tí nei til løn sum fyri ein part er komin frá teirra egnu veljarum.
Teir vit senda á danating eru so eldhugaðir at fáa løn frá donsku skattgjaldarunum, at teir skunda sær at geva eitt hátíðarligt lyfti um at halda donsku grundlógina, hóast eitt fólkarættarligt mark er millum Danmarkar ríki og okkara ríki og vit tí hava eina aðra grundlóg enn Danmark. Eftir altjóðarætti hevur Danmark hvørki rætt til at krevja upp skatt í Føroyum ella rætt til at taka av síni skattainntøku fyri at leggja upp í okkara politisku viðurskifti.
Við at løna okkara umboðum á danatingi er danska stjórnin tí í andsøgn við fólkarættin.
Sjálvandi skuldi stjórnin, tá hon læt okkum fáa rættin at krevja upp skatt í Føroyum, gjørt greitt at lønirnar til okkara umboð á danatingi skuldu vit sjálvi gjalda av okkara skattainntøku. Vit vita væl hví hetta ikki var gjørt, tí ein slík áseting hevði ikki fingið meiriluta i løgtinginum. Við vitandi og vilja samtykti stjórnin tí at keypa teir føroysku politisku flokkarnar. Teir látast at vera ósamdir, men tá tað kemur til at taka ímóti gjaldi fyri at fara á danating eru teir fullsamdir og ikki eitt pipp hoyrist frá nøkrum av teimum um at teir ætla at taka betri partar fyri.
Javnaðarflokkurin er ein av hesum flokkum. Hví skuldi hann ikki tikið undir við hesum uppskoti? Hann er jú ein av teimum, sum samtyktu at føroyingar skuldu fáa sín egna landskassa, og at vit sjálvi tí skuldu áleggja okkara borgarum at gjalda teir skattir, sum fíggja okkara egnu útreiðslur. Løn til fólkatingsumboð okkara er ein almenn útreiðsla, og tí má tað vera ein sjálvfylgja at Javnaðarflokkurin krevur, at tað eru føroyskir skattaborgarar, sum gjalda fyri okkara umboð á danatingi. Vit vita jú at skattaskipanin í Danmark er so ósolidarisk, at tey fátæku bera tær tyngstu byrðarnar, meðan eitt nú oljufeløgini ongan skatt gjalda. Tað eru tí teir fátæku danirnir, sum gjalda lønina hjá okkara umboðum. Hevði Javnaðarflokkurin verið einasti flokkur, sum avtók hetta óskil, hevði eg ikki himprast við at greitt atkvøðu fyri Javnaðarflokkinum.
Sama er galdandi fyri Sambandsflokkin, og hví skuldi hann ikki gingið á odda í hesum máli? Sjálvt navn floksins boðar frá, at hann heldur at vit skulu samstarva við Danmark á jøvnum føti. Tá samráðingarnar fóru fram eftir annan heimsbardaga um nýskipan Danmarkar og Føroya millum var Sambandsflokkurin heilhugaður fyri, at vit ikki skuldu gjalda skatt til Danmarkar. Ein og hvør kann siga sær sjálvum, at avleiðingin av tí er, at danskir skattaborgarar heldur ikki skulu gjalda skatt til okkara almennu útreiðslur og serliga ikki til okkara umboð uttanfyri Føroyar. So leingi vit velja umboð á danating skulu vit tí sjálvandi eftir grundsjónarmiðum Sambandsfloksins fíggja tað úr okkara egna landskassa. Tók Sambandsflokkurin avleiðingna av síni undirtøku fyri at danir ikki skuldu krevja upp skatt í Føroyum og sum einasti flokkur segði at okkara umboð á danatingi ikki tók við nøkrum donskum oyra, hevði eg atkvøtt fyri Sambandsflokkinum.
Fólkaflokkurin var eisini ein av teimum flokkunum, sum tók undir við, at vit ikki skuldu gjalda skatt til Danmarkar og at ein sjálvsøgd avleiðing av tí er, at vit ikki skuldu fáa nakað av donskum skattapengum. Hann fer til val uppá, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, og einki er tí meir natúrlig enn at tey umboð hann setir á danating boða frá, at tey ikki vilja taka við donskum pengum. Nú er sum kunnugt tað hent, at okkara vinnulívsmenn hava verið so dugnaligir, at teir hava fingið inntøkur landsins so langt upp, at tær í miðal eru hægri enn í Danmark. Tí hava vit brúk fyri at væl verður húsað við okkara landskassa, so vinnulívið fær tryggar karmar at virka í. Er Fólkaflokkurin einasti flokkur sum sigur nei takk til danska fígging av okkara fólkatingsumboðum, hevði eg tí atkvøtt fyri Fólkaflokkinum.
Tjóðveldisflokkurin var ikki stovnaður tá hinir flokkarnir samdust um at danir ikki skuldu sleppa at krevja upp skatt í Føroyum. Men tað hevur ongantíð verið nakar ivi um at flokkurin heldur, at vit ikki skulu duva upp á studnng frá donsku skattgjaldarunum. Hann heldur at vit sjálvi skulu fíggja tær almennu útreiðslurnar og hevur stuðlað øllum vinnuligum framtøkum sum hava gjørt at okkum hevur gingist so væl. Síðan 2015 hevur hann heldur ikki tikið við teimum 33 krónunum fyri hvørja atkvøðu til fólkatingsval, sum honum hava staðið í boði. Fyri hann hevði tað tí ligið raðið fyri at siga at hann heldur ikki tekur við donskum skattgjaldarapengum at løna sínum fólkatingsumboði við. Um so var at Tjóðveldisflokkurin var einasti føroyski flokkur, sum gekk hesa leið, hevði eg greitt atkvøðu fyri honum.
Miðflokkurin heldur, at vit skulu geva keisaranum tað, ið keisarans er, og guði tað ið guðs er. Tann sum hevur yvirvaldið, hevur tí rætt at krevja upp skatt. Við at lata frá sær rættin at krevja upp skatt í Føroyum hevur Danmark givið frá sær veruliga yvirvaldið yvir okkum, Av tí at sambandssáttmálin sigur, at vit og Danmark fólkarættarliga eru javnlíkar, hava vit tí ongan rætt til at nápa burtur av skattainntøkum Danmarkar. Skulu vit hava umboð á fólkatingi eru tað tí vit sum eiga at gjalda kostnaðin av tí við at geva okkara keisara, landstýrinum, ta neyðugu upphæddina í skatti. Til tað er komið í rættlag kunnu vit velja umboð sum sýta fyri at taka móti ólógligum donskum skattgjaldarapengum. Høvdu valevni Miðfloksins verið tey einastu, sum hetta gjørdi, hevði eg ikki ivast í at atkvøtt fyri Miðflokkinum.
Framsókn vil hava at vit skulu vera við í NATO. Hetta krevur at vit boða dønum frá, at vit ikki vilja hava danskar skattapengar til at gjalda fyri okkara verju. Tá er tað sjálvsagt fyri Framsókn at boða frá, at flokkurin heldur ikki vil taka við donskum pengum til tað umboð, teir fáa valt á danating. Boðar flokkurin sum einasti flokkur frá hesum, hevði eg atkvøtt fyri Framsókn.
Boðaðu tveir ella fleiri flokkar frá at teir ikki tóku við donskum pengum fyri sítt umboð á fólkatingi hevði eg kastað lut um hvønn av teimum eg skuldi atkvøða fyri.
Men er hetta ikki fullkomuliga veruleikafjart?
Sum er hevur eingin flokkur boðað frá at hann vil leggja av at plága donsku skattgjaldararnar við at áleggja teimum at gjalda skatt fyri at løna okkara umboðum á danatingi, hóast danir hava slept tí skattakravi, sum sjálvt Tróndur í Gøtu noyddist at lúta fyri. Fólkafloksmenn, sambandsmenn, javnaðarmenn og sjálvstýrismenn knúgvaðu donsku mótstøðuni.
Upphæddirnar sum danir gjalda fyri fólkatingsmannalønirnar eru smáar. Men tá vit koma til ta sannføring, at tað yvirhøvur ikki ber til hjá okkum at áleggja donsku skattgjaldarnum at gjalda okkara sendimonnum nakað, er tað so mangt sum kemur upp á pláss.
Hvussu kunnu vit krevja at bara danir skulu gjalda fyri kongshúsið? Sambært sambandssáttmálanum er Danmarkar kongur ikki kongur her tí hann er Danmarkar kongur, men tí hann er kongur Føroya. Tað er er burturvið at vit ikki gjalda okkara lutfalsliga part av útreiðslunum til okkara ríkisleiðara.
Sama er galdandi fyri verjuna, løgregluna, dómsvaldið og øll tey málsøki, sum ikki eru yvirtikin. Eins lítið og tað er órímiligt at danir gjalda fyri okkara umboð á fólkatingi, er tað skeivt at danskir skattgjaldarar skulu leggja rygg til nakrar útreiðslur okkara vegna.
Teir flokkar, sum fyrst og fremst hava ta moralsku skyldu at fáa hetta upp á beint eru teir, sum samráddust við donsku stjórnina eftir annan heimsbardaga og stilla upp til hetta fólkatingsval: Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin. Teir útvegaðu okkum rætt til at skipa fyri øllum í okkara samfelag við at geva landsstýrinum tað amboð sum neyðugt er til at fáa okkum at klára okkum sjálvum: skattarætturin.
Teir himpraðust tó við at nýta hetta amboð tí teir hildu vit vóru ov fátæk. Hetta drál hevur verið okkum dýrt sum vit sóu í 1992. Men nú er viðvent í holuni. Okkara dugnaskapi fyri at takka er okkara BTÚ nú lutfalsliga størri enn tann hjá okkara sambandsríki Danmark. Tá kredittmetingar verða gjørdar, minkar okkara kredittvirði av tí at tað fátæka Danmark dregur okkum niður.
Teir tríggir flokkarnir, sum loystu okkum frá danska ríkiskassanum, hava nú møguleika fyri at taka upp nýggjan tátt. Hóskiligt er at teir leggja fyri við at sleppa dønum undan at gjalda fyri okkara umboðsmenn á danatingi. Hetta hevði eisini givið øðrum flokkum luft undir veingirnar og frælsi til at virka landi og tjóð at gagni í staðin fyri at vera lønartrælir hjá donsku stjórnini.
Hetta er teirra val.
Eyðsæð er at teir higartil hava valt skeivt.
Fara vit á val og greiða atkvøðu fyri nøkrum av teimum hava vit eisini gjørt fosturlandinum skaða.
Tí havi eg ikki samvitsku at fara á val hesuferð!
Zakarias Wang
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo