Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Reyði Krossur sóknast tí eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2021. Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Freistin at senda inn uppskot til Ársins Fyrstahjálpara 2021 er 21. januar. Ársins fyrstihjálpari fær heiðursbræv og eina peningagávu, ið Betri letur.

Uppskot kunnu sendast umvegis heimasíðuna (https://redcross.fo/tilnevning/), á redcross@redcross.fo ella sum vanligur postur til Stiðjagøtu 6, 100 Tórshavn.

Ársins Fyrstihjálpari 2021 verður tilnevndur mikudagin 2. februar kl. 15:00 hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Tórshavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo