Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í kvøld – fríggjakvøldið 27. juli kl. 21.00 – verður serstøk sangløta í Ebenezer, har nakrir av kendastu sangarum okkara fara at syngja: Tey eru Magni Christiansen, Heine Lützen, Eyðun Jacobsen og Brita á Váli Smith.

Umframt at tey fara at syngja, sleppa vit onnur eisini at syngja saman við sangarunum og við hvørjum øðrum kendar evangeliskar sangir. So at sangkvøldið kann eisini bera heitið ”Øll syngja við.”

Sangararnir hava teirra egna ljómlið við sær. Hesi spæla á fleiri ymisk ljóðfør, sum fara at geva sanginum flog og ljóma.

Umframt nógvan góðan sang frá hesum kendu sangarunum, fara Svenning av Lofti og Njál Djurhus at hava stuttar hugleiðingar og samrøðu. Páll á Lakjuni fer at leiða sangløtuna.

Svenning av Lofti, sum skipar fyri sangløtuni í Ebenezer, sigur, at hann gleðir seg til at síggja Ebenezer fullsett til seinasta sess, og at sanggleðin fer at ljóma til Harrans æru sum ein byrjan av Ólavsøkuni 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo