Forsetin sigst hava signalerað at hann hevur einki ímóti eini vápnahvíld í Ukraina.
Sambært New York Times er russiski forsetin tilreiðar at samráðast til tess at fáa ein enda á krígnum í Ukraina.
Í almenna rúminum hevur Putin sagt at kríggið fór at halda fram til Russland hevur nátt síni mál, men sambært keldum sum avísin hevur tosað við so er tónin ein annar á diplomatiskum stigi. Sagt verður nú at forsetin er tilreiðar at finna eina semju, skrivar Nettvisen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo