Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja kekkiska stórfilmin Il Boemo. Virðislønti filmurin er um best umtókta operatónaskaldið í italska 1700’talinum, Josef Mysliveček, ið var mentor hjá Mozart.

---

Il Boeme er eitt tónlistaligt avrik um tónaskaldið Josef Mysliveček (1737-1781), ið beint nú er kosið besti kekkiski filmur, sum byggir á besta handrit. Fyri avrikið fekk Il Boeme tvær gyltar kekkiskar leyvur, sum er fremsta filmsvirðisløn har í landinum.

Tað er leikstjórin Petri Václav (f.1967), ið tvær ferðirnar fyrr hevur vunnið sama heiður, ið nú sigur okkum søguna um kekkiska tónaskaldið Josef Mysliveček, sum var føddur í Prag 1737, og hóast hann var mentor hjá Mozart, doyði fátækur í Rom bara 43 ára gamal. Tá hevði Mysliveček skrivað 30 operair, seks symfoniir og tólv strúkikvartettir.

Il Boeme er eitt ævisøguligt drama, sum í stórari skreytuppseting lýsir tónaskaldið, sum hóast ídni og tætta knýtið til Mozart, í dag er teim flestu ókent.

Internet Movie Data Base skrivar: “Looking for work as a violinist, Josef comes into the orbit of a rich young woman. She introduces him to a hedonistic existence free from religious intolerance. Josef gets an incredible commission: to write an opera for the San Carlo”.

Umframt hugtakandi klæði og filmstøð, vekir stórbæri tónleikurin hjá Josef Mysliveček nýggjan áhuga fyri og gevur innlit í ókenda lívið hjá best umtókta operatónaskaldinum í italska 1700’talinum.

Elsta filmstíðarritið, Variety, ger eisini vart við, at veruligar operastjørnur medvirka í nýggja filminum Il Boemo, sum verður sýndur við donskum undirteksti og undirheitinum En mesters storhed og fald:

”The award-winning Czech director Petr Vaclav has created a marvelous period piece, rich in costume and music, not to mention performances by real-life opera stars. Its glorious musical treatment is the film’s overriding pleasure. The film’s Italian milieu couldn’t be more vividly illustrated, fusing rich historical locations with grandiose design work”.

Filmsfelagið: 10/4 kl 20:00 Il Boemo (Petr Václav Kekkia 2022 143 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo