Kekkisku hondbóltsharrarnir fara ikki til HM í Egyptalandi av fleiri pisitivum koronakanningum.
Tí boðaði landsliðið frá á tíðindafundi í kvøld og hevur eisini boðað frá tí á síni Facebook-síðu.
- Vit gjørdu okkara besta til tess at koma til HM-kappingina, men eru komnir til ta niðurstøðu, at tað er ikki realistiskt, sigur kekkiski landsliðsvenjarin Jan Filip, sambært TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo